ORÐloysing! - plakat

ORÐloysing! á bókasavninum

on september 8 | in Tiltøk | by | with 2 Comments

…Set orð á tað ósagda

ORÐloysing! er heiti á einum fjølbroyttum tiltaki, sum Bókasavnið við Løkin skipar fyri fríggjadag og – kvøld tann 13. septembur. Tá fær bókasavnið vitjan úr Danmark av fýra fólkum handan virðisløntu verkætlanina Ordskælv! Talan er um ein filmsmann og tveir ungar essay-rithøvundar, umframt kvinnuna handan hugskotið til Ordskælv!. Eisini luttekur Birgir Kruse, sum er ein sera virkin miðla- og mentakjakari. Tiltakið er fleirtáttað har vit fáa innlit í eina ítøkiliga og væl grundaða verkæltan, umframt at vit fáa meiningar um tann yvirskipað týdningin við slíkum menta-og listaarbeiði. Vit síggja føroyskar stuttfilmar,  hoyra frágreiðing um tað danska Ordskælv! og fáa upplestur av tekstabrotum. At enda lyfta vit okkum á eitt yvirskipað støði við meiningum og kjaki um mentan, list og miðling.

***

Dagurin er býttur í tveir partar. Á morgni og um dagin luttaka 10. floks næmingar á listabreytini í skúlanum við Løkin í eini filmsverkstovu. Danski filmsmaðurin Søren Lagoni skal leiða hesa verkstovuna, har tey ungu fara at gera eini 4-5 stuttfilmar, sum viðgera álvarsliga evnið ´sorg´.

Seinni partur er eitt alment tiltak í Løkshøll, har ljóskastarin verður settur á miðling av mentanarligum tiltøkum, og á hvønn týdning mentanarlig tiltøk og list kunnu hava. Her verður hugsað bæði sum týdningur og virði í sær sjálvum, men eisini sum amboð t.d. í sosialum, námsfrøðligum ella sálarfrøðiligum sambandi, har arbeiðið við mentan og list kann virka sum ein kveikjari, fyri at seta orð á eym evnir, – ella við øðrum orðum: at ´loysa orð úr myrkri´, sum heitið á tiltakinum sipar til.

Kvøldið byrjar við at vit síggja og hoyra úrslit av donsku verkætlanini Ordskælv! og tí føroysku ORÐloysing! Talan er um tekstir og stuttfilmar. Ungu donsku rithøvundarnir fra at lesa brot úr teirra essayum og stuttfilmarnir frá dagsins verkstovu vera vístir. Filmar og verkstova verða eisini sett í eitt størri høpi tá donsku luttakararnir fara at greiða frá hugskotinum og arbeiðinum handan Ordskælv!-verkætlanina. Vit hoyra eisini frá føroysku luttakarunum um teirra royndir og úrtøku. Eftir steðgin fáa vit eitt hóskandi hvasst upplegg til kjak frá Birgiri Kruse við heitinum:

Mentan, list, pressa og politikkur – who cares?

Í sambandi við dagin hevur Bókasavnið við Løkin biðið Birgir Kruse, ritstjóri í Námi, bloggari og mentanararbeiðari í mong ár, at siga sína hugsan um, hvussu vit brúka hugtøkini mentan og list hvørt um annað, og hvussu hesi evni, við dømum, verða handfarin í heimligu pressuni og politikki beint nú. Birgir fer eisini at geva eitt boð uppá, hvussu vit á besta hátt greiða almenninginum frá um eitt mentanarligt ella listalig átak, og hvørja raðfesting serliga miðlarnir geva hesum fakøkjum. Eftir uppleggið verður kjak, har Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari í Runavíkar kommunu, er orðstýrari.

Tiltakið vendir sær til øll, sum hava áhuga fyri ella arbeiða við mentanarligum tiltøkum og miðling, men eisini til fólk sum hava áhuga fyri at síggja og hoyra um, hvussu verkætlanir, sum t.d. Ordskælv! hevur arbeitt við ungum og teirra persónligu menning gjøgnum kreativar verkstovur.

Almenna tiltakið byrjar klokkan 19.00 og varar í einar tveir tímar. Alt kvøldið er ókeypis og  verður í Løkshøll.

Les meira um danska Ordskælv! HER

 

Pin It

2 Responses

  1. Svend siger:

    Nú ber til at síggja teir 6 stuttfilmarnar, sum næmingarnir á Lista- og dramabreytini framleiddu í verkstovuni ORÐloysing! tann 13. september 2013. Tey byrjaðu klokkan 9 og skuldu vera liðug klokkan 15, so tíðin var knøpp. Uppgávan var bundin á tann hátt, at tey fingu eitt ljóðspor (ljóð og upplestur) á donskum útflýggjað. Og hetta skuldu tey gera eina 2 minuttir video til. Tað gekk sera væl! Hygg bara her:
    http://vimeo.com/hyggefactory

  2. Svend siger:

    ORÐloysing! í InMente. Hoyr samrøður og umtalu, sum Gunnar Nolsøe gjørdi á Bókasavninum við Løkin.
    HER http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/09/17/hyggefactory-og-ung-i-missa-ein-av-snum-nstu

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top