Kunningarfundur.

Pop-up ráðgeving fyri íverksetarar, 2. des. kl 15.00-17.00

on november 5 | in Tiltøk | by | with No Comments

Í sambandi við íverksetaravikuna fara Íverksetarahúsið og Vinnuframi á ferð runt landið við pop-up ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar.
Her verður møguligt hjá øllum áhugaðum at koma á staðið og fáa ókeypis ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar fyri íverksetarar.

Hugsar tú um at gerast sjálvstøðugur, ella hevur tú egna fyritøku, og hevur brúk fyri at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum, so kanst tú á Pop-up ráðgeving hjá Íverksetarahúsinum og Vinnuframa fáa svar uppá flestu spurningar í hesum sambandi.

Her verður møguligt hjá øllum áhugaðum at koma á staðið og fáa ókeypis ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar fyri íverksetarar. Seinasti stýrisfundur – og tískil seinasta freist at søkja um stuðul í ár – verður 14. des og umsóknir skulu vera Vinnuframa í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn stýrisfund, tvs 7. des.

Við hesum tiltakinum vilja Íverksetarahúsið og Vinnuframi geva íverksetarum og vinnurekandi, sum sita runt umkring í landinum, møguleika til andlit-til-andlit ráðgeving á staðum. Eisini er tiltakið eitt gott høvi at fáa fatur á møguligum íverksetarum, sum í gerandisdegnum ikki hava lætta atgongd til ókeypis ráðgeving og sparring.

Vit verða í Eysturoy fríggjadag 2. des frá kl 15:00 -17:00 á
Bókasavninum við Løkin, Rókavegur 1, Runavík.

Tað er ikki er neyðugt at boða frá luttøku áðrenn. Vit gleða okkum at síggja teg.

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top