Gunver

Rithøvundavitjan: Gunver Lystbæk Vestergård

on oktober 30 | in Tiltøk | by | with No Comments

Mánakvøldið 4. november fara vit aftur ein túr út í rúmdina.

Hesaferð verður ein sera áhugaverd rithøvundavitjan á bókasavninum við Løkin. Gunver Lystbæk Vestergård kemur at greiða frá um júst útkomnu bók hennara: Fjerne kloder : historien om opdagelsen af exoplaneter og jagten på verdener som vores.

Bókin hevur fingið sera góða móttøku, og hevur fingið 6 av 6 møguligum stjørnum í bæði Jyllands-Posten og Ingeniøren.

Gunver Lystbæk Vestergård (f. 1983) er cand. public. og ph.d í vísindasamskifti. Hon er journalistur á Weekendavisen, har hon burturav skrivar um alisfrøði, stjørnufrøði, rúmdarferðir og vísindasøgu. Hon er samhøvundur av bókini “50 opfindelser – højdepunkter i teknologien” og partur av fyrireikingini handan DR-sendirøðina “Store danske videnskabsfolk”. Áður hevur hon skrivað um vísindi fyri Illustreret Videnskab, Jyllandsposten, Århus Stiftstidende og Videnskab.dk

Tað eru ikki átta, men milliardir av planetum í alheiminum, og fleiri teirra liggja væl fyri í mun til møguleikanum at hýsa lívi!
Hesin fundur er ein av teimum størstu í samtíðar stjørnufrøði, og vit eru júst byrjað at skilja, hvat í veruleikanum krógvar seg í kosmos av undarligum klótum.
‘Fjerne kloder’ umrøður sannkenningarferðina frá Giordano Bruno, ið varð brendur á báli í ár 1600 fyri síni trúarvillandi hugsan um óendaliga nógvar planetir, til framleiðsluna av smáum satellittum, sum møguliga kunnu ferðast til tær nærmastu exoplanetirnar, og at leita eftir lívi á teimum.
Á vegnum møta vit teimum leiðandi granskarunum, ið hyggja handan sólskipanina í stríðnum fyri at svara tí endaliga spurninginum: Eru vit einsamøll?

Tiltakið er ókeypis, og møguleiki verður fyri at keypa bókina og at fáa hana signeraða.

Ein drekkamuður verður sjálvandi eisini.

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top