Sambinding mynd.

Sambinding – altjóða bindiklubbi 12. mai, kl 19.30-21.30

on april 30 | in Tiltøk | by | with No Comments

International knitting club.

I januar í ár byrjaði eitt nýtt tiltak á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Talan er um ein serligan bindiklubba, sum hevur fingið heitið Sambinding. Bindiklubbin møtist uml. annaðhvørt hóskvøld.

Hesi kvøldini er sett í kalendaran:

14. januar
28. januar
11. februar
25. februar
10. mars
31. mars
14. apríl
28. apríl
12. mai
26. mai
9. juni
og so er summarfrí

Sambinding snýr seg um at binda saman, bæði við stokkum og við práti. Altjóða bindiklubbin er ætlaður sum eitt høvi hjá nýliga tilfluttum kvinnum í Eysturoy at hitta aðrar kvinnur í økinum, eitt stað at hittast, læra av hvørjum øðrum og hugna sær saman. Tað er ikki nøkur treyt, at luttakararnir duga at binda fyri at vera við í bindiklubbanum. Bæði kvinnur av føroyskum og útlendskum uppruna eru vælkomnar við. Ætlanin er at hittast aðruhvørja viku.

Tiltakið er partur av integratiónsátaki hjá Reyða Krossi Føroya, sum í hesum sambandi samstarvar við kvinnur á Skálafjørðinum og Bókasavnið við Løkin í Runavík.

Bólkur á facebook

Til ber at tekna seg til bindiklubban á facebook, har bólkur og tiltak eru stovnaði við heitinum: Sambinding – altjóða bindiklubbi við Løkin. Hetta kann vera snilt fyri at fáa kunning og høvi at samskifta millum kvøldini, men tað er annars ikki neyðugt við tilmelding fyri at luttaka, og tað er heldur ikki neyðugt at møta hvørja ferð. Á tann hátt er hetta ein óbindandi bindiklubbi :-) Átakið er heldur ætlað sum ein afturvendandi  opin bindikafé. Tað er ókeypis at luttaka í altjóða bindiklubbanum Sambinding, og fyriskipararnir vóna at undirtøkan verður góð.

Góð umtala

KVF gjørdi samrøðu og umtalaði bindiklubban í tíðindunum hóskvøld 7. januar 2016.
Samrøðan kann hoyrast síðst í hesum ljóðbroti: http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/01/07/tvarpstindi-1800#.Vo_3XlLQqHd

Dagur og Vika vitjaði eisini fyrsta kvøldið tann 14. januar. Til ber at síggja Dag og Viku her: http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/01/14/20160114bindiklubb#.VqfUr1LQqHd

 

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top