Bindandi seyðir

Intertwining / Sambinding 10. mai kl 19.30

on maj 5 | in Tiltøk | by | with No Comments

Annan hvønn mikudag í vár verður altjóða bindiklubbin í Runavík aftur. Fyrsta kvøldið var tann 1. mars og halda vit á til summarið er í hæddini.

Sambinding snýr seg um at binda saman, bæði við stokkum og við práti. Altjóða bindiklubbin er ætlaður sum eitt høvi hjá nýliga tilfluttum kvinnum í Føroyum at hitta aðrar kvinnur í økinum, eitt stað at hittast, læra av hvørjum øðrum og hugna sær saman. Tað er ikki nøkur treyt, at luttakararnir duga at binda fyri at vera við í bindiklubbanum. Bæði kvinnur av føroyskum og útlendskum uppruna eru vælkomnar við. Fyriskipararnir í Runavík vóna at luttakarar koma úr allari Eysturoynni. Tiltakið er partur av integratiónsátaki hjá Reyða Krossi Føroya, sum samstarvar við kvinnur kring landið og bókasøvnini á staðnum.

Altjóða bindiklubbin byrjaði fyri einum ári síðani á bókasavninum við Løkin. Nógv var gjørt burturúr og m.a. vitjaði Dagur og Vika hetta fyrsta kvøldið. Skjótt var bindiklubbin eisini á øðrum bókasøvnum kring landið, og hevur undirtøkan verið góð allastaðni. Tað er ymiskt hvussu títt bindiklubbarnir hittast. Í Runavík er ætlanin at hittast annaðhvørt mikukvøld fram til summarfrítíðina.

Meira kann lesast um Sambinding á facebook m.a. á hesi síðuni: Sambinding/Intertwining
ella á bólkinum: Sambinding Runavík.

Unavngivet

 

 

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top