kom við til spæliland

Slóðbrótandi útgáva: Kom við til Spæliland. Leygard. 28. nov. kl 12.00.

on november 24 | in Tiltøk | by | with No Comments

Í sambandi við at bókin “Kom við til Spæliland” verður útgivin, verður almenn móttøka leygardagin 28. novembur kl. 12.00 til 14.00 á Bókasavninum við Løkin.

Í Tórshavn verður sangur og tónleikur at hoyra uttanfyri Eik Banka í miðbýnum kl. 16.30 sama dag.

Vit hava í eina tíð hoyrt um eina nýggja stuttliga, spennandi og mennandi tónleikaverkætlan, sum kallast Kom við til Spæliland. Okkurt lag hevur longu verið í umferð í KVF. Herfyri var eisini ein áhugaverd samrøða í Góðan Morgun Føroyar við verkætlanarleiðaran Inga Hansen, har hann greiddi frá verkætlanini “Kom við til Spæliland”. Nú er dagurin ásettur, har bók og fløga koma út.

Leygardagin tann 28. novembur verða tvey útgávutiltøk, har bók v/fløgum verður løgd fram.
Tað fyrra tiltakið er ein bókaframløga, ið verður á Bókasavninum við Løkin í Runavík frá kl. 12.00 til 14.00. Til bókaframløguna fer Ingi Hansen at kunna um tónleikaverkætlanina “Kom við til Spæliland”. Eisini fara Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, at bera fram eina heilsan. Høvið verður eisini til at hoyra góðan og lívsglaðan livandi tónleik úr Spælilandi. Millum sangararnar, ið framføra, eru Jens M. Hansen, Terje Vestergaard, Victoria á Lakjuni og aðrar góðar røddir. Í sambandi við útgávudagin, kemur Bassi á vitjan og hevur ballónir við til børnini. Møguleiki verður at ogna sær bókina v/fløgum. Um ynskir eru at fáa bókina signeraða, er møguleiki eisini fyri tí. Umframt sang og røður, verður eisini okkurt gott til góman, bæði til børn og vaksin.

Seinna tiltakið verður uttanfyri Eik Banka í miðbýnum í Tórshavn kl. 16.30, har høvið eisini eisini verður at hoyra góðan og lívsglaðan livandi tónleik úr Spælilandi sungnir av áðurnevndu sangarum. Bassi kemur á vitjan og hevur ballónir við til børnini. Møguleiki verður at ogna sær bókina v/fløgum. Um ynskir eru at fáa bókina signeraða, er møguleiki eisini fyri tí. Um veðrið ikki verður til vildar, verður tiltakið flutt oman á Reinsaríið í Tórsgøtu.

Tað er Ingi Hansen, sum eigur hugskotið og stendur fyri verkætlanini.

Ein fjøltáttað útgáva

“Kom við til Spæliland” er samansett av eini bók við sangtekstum og nótum, eini sangfløgu, eini karaokifløgu og eini søgufløgu. Við rútmiskum tónleiki, sangspølum og søgum, er “Kom við til Spæliland” eitt arbeiðsamboð, ið á ein stuttligan, spennandi og mennandi hátt, hevur til endamáls at stimbra og menna børn í aldrinum 1 – 9 ár.   Sangspølini leggja upp til at stimbra børnini málsliga, kropsliga og sosialt. Somuleiðis leggur verkætlanin upp til at menna persónliga førleikan hjá tí einstaka barninum.

Í fleiri mánaðir ella kanska ár hevur Ingi Hansen av Skála arbeitt við hugskotinum og verkætlanini, sum hann kallar “Kom við til Spæliland”. Hann hevur lagt stóran dent á, at úrslitið skal verða á hægsta støði. Hans Poulsen hevur framleitt og ljóðblandað tónleikin. Millum sangararnar, ið syngja á fløguni, eru Jens M. Hansen, Kristina Bærendsen, Lisa Frederiksberg, Terje Vestergaard, Ólavur á Váli Olsen og Victoria á Lakjuni. Talan er tískil um kendar songfuglar. Ungu evnaríku Victoriu á Lakjuni koma vit uttan iva at hoyra meira til í framtíðini. Umframt áðurnevndu, hava nógv børn og vaksin sett ein serligan dám á søgurnar og sangirnar við sangi, gleðisrómi og stuttligum útsøgnum. Maðurin aftanfyri tekningarnar í bókini er kendi fransmaðurin Thierry Capezzone, sum m.a. hevur teknað hópin av teknirøðum; har ímillum teknirøðir av Rasmus Tøppi.

Bóklingurin er serliga ætlaður til børn, foreldur og fólk sum dagliga arbeiða við børnum – td. starvsfólk á dagstovnum, fólkaskúlum v.m. Til hvønn einstakan sang á fløguni er sangtekstur, nótar, akkordir og ein stutt lýsing av hvussu hvørt einstakt sangspæl kann útinnast.

Ein brellbiti á video er eisini framleiddur, har til ber at hoyra brot úr sangunum, og síggja nakrar av teimum vøkru tekningunum, sum eru í bókini. Video sæst her: https://www.youtube.com/watch?v=dzihoIpFNac&feature=player_embedded

Samrøðan í Góðan Morgun Føroyar gjørdi við Inga Hansen, kann hoyrast her: http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/11/02/splilandi-skulu-grundrrslurnar-mennast#.VjdPtrRRHq9

 

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top