Týsdagin 19. nov. kl. 17 verður ein søguløta aftur á Skála.
Vit fara at hoyra eina nýggja og stuttliga útgávu av klassikaranum um bukkarnir Brúsi. Bókin eitur: Bukkarnir Brúsi í baðilandi.
Bókasavnið verður eisini opið til kl. 18, so høvi verður at sita og hyggja í bøkurnar aftaná at søgan er lisin.
Okkurt smátt undir tonnina verður hjá børnunum, og ein drekkamuður verður til tey vaksnu.
Tiltakið er ókeypis – og øll eru hjartaliga vælkomin!