AnkiogMonika

Tónleikur og søguløta

on marts 4 | in Tiltøk | by | with No Comments

Í samband við søguløtuna nú mikudagin, 6. mars, eru vit so heppin, at vit sleppa at hoyra tveir av okkara musikkskúlalærarum eisini!
So umframt eina góða søgu, fara vit at hoyra Anki og Moniku framføra okkurt lag.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Um Anki og Moniku:

Monika Stauss Joensen er fødd í Zurich, Sveis. Hon hevur nomið sær tónleikaútbúgving á Winterthur Musikkonservatorium í diplomklassanum hjá Paul Otto Splett og Primoz Nóvsak við leiðari Willy Gohl, sáli. Haraftrat LRSM-diploma í “performance” og í “kamartónleiki” á Royal School of Music í London.
Víðari útbýgving og meisterskeið hjá Tibor Varga, Alberto Lysy, Yehudi Menuhin Akademie, Franco Gulli, “Stage international og Creation” ,Gérard Bétand og Clode Jordan, Kúnstlerhaus Boswil og Anna Marton “Rythmus Technik”.
Ì 1982 flutti Monika til Føroyar , her hon nú undirvísir í Føroya musikkskúla, spælir í Føroya Symfoniorkestri og hjartamál hennara er kamartónleikur.

Ann-Kristin Dýrdarklett Hansen, oftast rópt Anki er frá Lund í Svøríki. Sjálvt um hon ikki kemur frá nakra tónleika-familju, so byrjaði hon tíðliga at spæla og klimpra uppá alt møguligt og syngja kór. Klaverið, sum bleiv høvuðsleiðin byrjaði hon uppá sum 9-ára gomul. Hon flutti einsamøll til Piteå í norðursvøríki sum 17-ára gomul at lesa til klaverlærara við sang sum hjágrein. Anki dámar alt slag av tónleiki og umframt sína klassiska útbúgving hevur hon spælt í dansiorkestrum, trummur í einum gentubólki, tikið prógv í klassiskum gittara og gingið nógv skeið í kirkjutónleiki, urguspæli og dirigering. Anki flutti til Føroyar í 1991 og starvast í Eysturoynni.
Anki undirvísur mest í klaverspæli, men hevur eisini bólkar og orkestur. Útyvir tað er hon organistur ein ella tveir sunnudagar um mánaðin, mest í Norðskála kirkju, syngur í tveimum-trimum kórum, spælur slagverk í tveimum blásara-orkestrum, spælir undir og leggur løg til rættis. Hjá Anki rennur arbeiði og frítíð saman, men soleiðis er tá ein dámar tað, sum ein ger.

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top