77335668_3234315136583651_7784899859206635520_o

Tríggir kendir høvundar á turné

on december 3 | in Tiltøk | by | with No Comments

Mikukvøldið 4. desember kl. 20 – á Bókasavninum við Løkin

Sólrún Michelsen, Jóanes Nielsen og Carl Jóhan Jensen eru boðin út á bygd við sínum nýggjastu bókum.

Mikukvøldið 4. desember kl. 20.00 verður byrjað við Løkin.
Tobbi bjóðar vælkomin, og síðan fara høvundarnir at greiða frá sínum verkum.

Jóanes Nielsen greiðir frá Jarðarferðini – forvitnisligu skaldsøguni í tríbindaverkinum um Brahmadellarnar.

Sólrún Michelsen tosar um skaldsøguna Ein táttur er silvur og ta søguna, ið skaldsøgan byggir á.

Carl Jóhan Jensen greiðir frá Terningum og leiðir okkum inn í ein sjaldsaman heim av tilvild.

Ein drekkamuður verður sjálvandi – og øll eru vælkomin!

Hóskvøldið 5. desember kl. 19.00 fer Fuglafjarðar Bókasavn saman við Lesiringinum at bjóða rithøvundunum at siga sínar søgur har.

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top