rakel

Tvær søguløtur í Mentanarvikuni

on marts 29 | in Tiltøk | by | with No Comments

Í sambandi við Mentanarvikuna, verða tvær serliga søguløtur – ein á Bókasavninum við Løkin og ein í Skúlanum á Skála.

 

Søguløtan á Bókasanvinum við Løkin verður týsdagin 23. apríl kl. 16:15

Søguløtan í Skúlanum á Skála verður týsdagin 23. apríl kl. 17:15

Tá kemur rithøvundurin Rakel Helmsdal sjálv at lesa søgur fyri børnunum – hon hevur millum nógv annað skrivað skrímslabøkurnar. Rakel fer at lesa ymiskar søgur fyri smærri børnunum.

Tónleikur verður eisini – Elsa Maria Dam við floytunæmingum úr Nes sóknar musikkskúla koma at luttaka aftaná at Rakel hevur lisið á bókasavninum við Løkin. Og á Skála fara vit at syngja nakrar barnasangir saman.

Sum vant verður okkurt smátt undir tonnina hjá børnunum og kaffi til tey vaksnu.

Søguløtan er ókeypis – og øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga og stuttliga løtu saman við børnunum

 

 

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top