Nordplus við Løkin

Vilt tú ferðast eftir lærdómi og íblástri? – Kunning týsd. 12. januar kl 19.00

on januar 7 | in Tiltøk | by | with No Comments

Vilt tú flyta teg?

Týskvøldið 12. januar kl 19.00 verður almennur kunningarfundur á Bókasavninum við Løkin um Nordplus. Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni á Fróðskaparsetrinum vitjar saman við danska Henrik Niiendam Andersen frá Nordplus-umsitingini í Danmark. Høvuðsdentur verður lagdur á at greiða frá um Nordplus Junior og Nordplus Voksen.

Holger Arnbjerg      Henrik Neiiendam Andersen
Holger Arnbjerg og Henrik Niiendam Andersen.

Nordplus Rammuskráin hjá Norðurlendska ráðharraráðnum flytur teg til lærdóm, íblástur og upplivingar í Norður- og Baltalondum. Rammuskráin er ein útbúgvingarskipan, sum veitir góðan fíggjarligan stuðul til:

  • Mobilitet
  • Verkætlanir
  • Netverk

Skipanin vendir sær til allar útbúgvingarstovnar, felagsskapir og onnur, sum eru áhugað í útbúgving, lívslangari læring og persónligari menning.

Seinasta freist at tilmelda seg til stuðulsskipanina er 1. mars 2016 á www.nordplusonline.org

Øll eru vælkomin til kunnandi fundin. Ókeypis atgongd og drekkamuður verður at fáa.

 

Nordplus_RGB_EN

 

Pin It

Skriv et svar

Din e-mail-adresse vil ikke blive offentliggjort.

Disse HTML koder og attributter er tilladte: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>

« »

Scroll to top