vv

Vísindavøka á ferð 11. sept. kl. 19

on september 9 | in Tiltøk | by | with No Comments

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 9. september til 17. september. Talan verður um fýra tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.

Framløgurnar á bókasavninum við Løkin í Runavík eru:

‘Jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin’ við Bartali Højgaard frá Jarðfeingi

‘Taraaling og møguleikar við samaling’ við Agnes Mols Mortensen frá Fiskaaling

‘Siðaarvur – eitt val’ við Tótu Árnadóttir frá Fróðskaparsetrinum

Tiltakið er ókeypis – og ein drekkamuður verður at fáa!

 
Vit síggjast!

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top