vísindavøka-á-ferð-2017

Vísindavøkan á ferð í kommununi, 18.-28. sept

on september 8 | in Tiltøk | by | with No Comments

Bókasavnið við Løkin er ein av mongum vertum í árliga tiltakinum hjá Granskingarráðnum – Vísindavøkan á ferð 2017.

Vit hava fingið heiðurin at taka ímóti 5 ymiskum fyrilestrum frá granskarum. Runavíkar kommuna er ein landafrøðiliga spjædd eind, og tí hava vit avgjørt, at fyrilestrar verða á trimum støðum í kommununi – í Oyndarfirði, á Skála og í Runavík.

Haraftrat skipar Barnagarðurin á Mýrunum eisini fyri einum fyrilestri.

Skráin í Runavíkar kommunu sær soleiðis út:

Skála skúli - tann 18.9. kl. 19.30 Broytt til kl. 20.00: Jana Ólavsdóttir Grundvatn í Føroyum.

Oyndarfjarðar skúli – tann 19.9. kl. 19.30: Sólvá K. Eliasen Hvussu ávirka havfrøðilig viðurskifti gróðurin á Landgrunninum?

Bókasavnið við Løkin – 20.9. kl. 19.30 Broytt til kl. 20.00: Toke M. Carlsen Matematikken bag kunstig intelligens.

Barnagarðurin á Mýrunum – 25.9 kl. 19.30: Turið Hammer Títtleikin av tarmbrunasjúkum í Føroyum

Bókasavnið við Løkin – 27.9. kl. 19.30: Bogi Magnussen og Knud Simonsen Sjóvarfalsrákið á snildfon

Skála skúli 28.9. kl. 19.30: Vár í Ólavstovu Gevur vend læring og førleikalæring betri og varandi læruúrtøku?

 

Fyrilestrarnir eru 30-45 minuttir til longdar. Haraftrat koma spurningar og møguligt kjak.

Ókeypis atgongd.

 

Nærri frágreiðing um teir ymisku fyrilestrarnar

Skála skúli - tann 18.9. kl. 19.30: Broytt til kl 20.00
Jana Ólavsdóttir Grundvatn í Føroyum.

Higartil hava møguleikarnir at útvinna ella á annan hátt at gagnnýta grundvatn í Føroyum verið lítið kannaðir. Ein orsøk til tess er óivað, at føroyska undirgrundin er bygd upp av gosgrýti, t.e. fyri stóran part av basaltfláum, sum ikki hava verið mettar at kunna innihalda ella geva frá sær serliga nógv vatn.  Tó hevur kelduvatn verið brúkt sum drekkivatn, og fólk hava vitað um heitar keldur í øldir. Hesar hava tey seinastu umleið 40 árini í ávísan mun eisini verið brúktar sum vatnveiting til smoltstøðir. Jarðfeingi er nú farið í holt við at gera kanningar í einum royndarøki til tess at kanna møguleikarnar fyri at gagnnýta grundvatn og geothermala orku á landi. Hetta arbeiðið kann vera við til at gera Føroyar meira burðadyggar við varandi orku og reinum vatni til borgararnar og vinnulívið.

Oyndarfjarðar skúli – tann 19.9. kl. 19.30:
Sólvá K. Eliasen Hvussu ávirka havfrøðilig viðurskifti gróðurin á Landgrunninum?

Hvussu ávirka havfrøðilig viðurskifti gróðurin á Landgrunninum? Plantuæti er grundarlagið undir øllum lívi í havinum. Fortreytirnar fyri gróðri eru tengdar at umstøðunum í sjónum og plantuæti veksur tá nóg mikið er av ljósi og tøðevnum. Í fyrilestrinum verður viðgjørt hvussu gróðurin broytist gjøgnum árið, bæði í innara økinum og ytru økjunum á Landgrunninum.

Bókasavnið við Løkin – 20.9. kl. 19.30: Broytt til kl. 20.00:
Toke M. Carlsen Matematikken bag kunstig intelligens.

Kunstig intelligens dækker over mange forskellige ting. Jeg vil forsøge at give et kort overblik over nogle af de teknikker der bruges i forbindelse med kunstig intelligens, og forklare hvilken rolle matematik og statistik spiller i dette.

Bókasavnið við Løkin – 27.9. kl. 19.30:
Bogi Magnussen og Knud Simonsen Sjóvarfalsrákið á snildfon

Ein App er gjørd, sum ger kunning um sjóvarfalsrákið tøka á snildfon. Hon er mest ætlað teimum, ið hava stuttleikabátar, men kann eisini nýtast í undirvísing av ymiskum slag.

Skála skúli 28.9. kl. 19.30:
Vár í Ólavstovu Gevur vend læring og førleikalæring betri og varandi læruúrtøku?

Fyrilesturin byggir á eitt pilotprojekt í vendum flokshøli. Kanningin er farin fram í einum 6. flokki og fakliga innihaldið var føroysk mállæra. Mált hevur verið, um frálæra grundað á lærufrøðiliga tankan í vendum flokshøli gevur betri og varandi læruúttøku.

Vinarliga

 

Granskingarráðið og Bókasavnið við Løkin

Til ber at lesa alla skránna hjá Vísindavøkuni á ferð 2017 á www.gransking.fo

Pin It

Comments are closed.

« »

Scroll to top