1. mars byrjar Vøggusangur.
Kom og njót eina fríløtu saman við barni tínum.
Hervør á Torkilsheyggi kemur á bókasavnið at hava vøggusang við børnum undir 1 ár. Hetta verður ein rólig og góð løta, har tú og barn títt bara skulu vera saman og ikki hugsa um dagsins avbjóðingar. Vit fara at syngja, lurta, røra okkum, rura og spæla.
Vøggusangur verður tríggjar fylgjandi hósdagar á bókasavninum við Løkin – kl. 10:30. Kaffi og te verður at fáa. Melda teg til (eina ferð í senn) á tlfnr. 477337 ella umvegis teldupost á oyvor@runavik.fo
Tiltakið er ókeypis!
« Lesiringur 22. februar 2018, kl. 19.00-21.00 Lesiringur 5. apríl 2018, kl. 19:00-21.00 »