Tiltak

týs. 11. mai. kl. 17.45 - 20.00

Stroymdur fyrilestur: Serligir sansir

Okkara fatan av veruleikanum er avgjørd av tí minninum og teimum sansunum, vit hava. Hoyr Peter Teglberg Madsen, professara í sansafysiologi, greiða frá, hvussu lítið vit menniskju veruliga uppfata og hoyra av heiminum kring okkum og um hvussu ávísir sansir geva djórum eina heilt aðra veruleikafatan.

Fyrilesturhaldari:
Peter Teglberg Madsen, professari í sansafysiologi á "Institut for Biologi" á Aarhus Universitet, har hann er fremstur í gransking innan biosnonar hjá hvalum og flogmýsum.
Madsen hevur ma. fingið "Forskningsministeriets Eliteforsk-pris".
Fyriskipari: Aarhus Universitet
Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt søtt undir tonnina.

Byrjar klokkan:

17:45

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo