Tiltak

mán. 24. aug. kl. 17.00 - 18.00

Frá ríkisdagsvali í Skálafirði til valstað í hvørjari bygd

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, verður spennandi fyrilestur í gamla skúla í Skálafirði

Orrusta var í túninum í Skálafirði á fólkatingsvalinum í 1852. Skálafjørður var leingi einasta valstað í Eysturoy og høggini vóru hvøss tá eysturoyingar møttust á valstaðnum í Skálafirði. Árið fyri var sjóhetjan og seinni sýslumaður Jóhan Hendrik Weyhe úr Søldarfirði sum fyrsti føroyingur valdur í landstingið á sama valstaði.

Helgi Jacobsen fer at hugleiða um politisku gongdina í Eysturoy frá hesum báðum valunum í Skálafirði til nútíðar politiska landslag.

Byrjar klokkan:

17:00

Endar klokkan:

18:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo