Tiltak

hós. 1. okt. kl. 19.30 - 20.30

Hvussu fært tú einglarnar at spæla Mozart á føroyskum?

Forvitnisligt tiltak verður í Bókasavninum við Løkin hóskvøldið 1. oktober kl. 19.30. Tiltakið skuldi eftir ætlan vera í mars, men varð avlýst. Nú verður tað!

Bókin Tá ið einglar spæla Mozart eftir Lisbeth Nebelong kom út á føroyskum. Tað er Elin Henriksen, ið hevur týtt.

Á bókasavninum fara Lisbeth og Elin at práta um bókina og um tað at týða eina tílíka bók til føroyskt. Ein sjáldsamur fundur ímillum høvund og týðara.

Um bókina: 

Tá ið danski løgfrøðingurin Lisa Bjørn Nielsen í februar 2000 kemur til Havnar at hava framløgu á einari fullveldisráðstevnu, møtir hon fortíð og ungdómskærleika, sum hon helt seg langt síðan hava lagt aftur um seg. 

Sum ung búði Lisa í Føroyum í eitt ár. Nú vendir hon 44 ára gomul aftur, men ferðin roynist øðrvísi, enn hon hevði ímyndað sær. Gjøgnum trý samdøgur hittir hon longsil og skuggar úr fortíðini og noyðist at endurskoða lív sítt.

Tá ið einglar spæla Mozart er ein skaldsøga um leitanina hjá eini kvinnu eftir meining í einum nútímans heimi. Um at velja og velja frá, um kærleika, tónleik og politikk. Hon er eisini ein frásøgn um tað norðurlendska. Um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyrr og nú, og um leið føroyinga ávegis til sjálvstýri. 

„Hesin lítli lummin av møguleikum mitt í Atlantshavi. So viðbrekin í roynd síni at vinna frælsi. Fullveldistilgongdin, sum kanska als ikki skuldi fara at eydnast. Og kortini … 

Tann sjálvstøðugi staturin var ikki beint fyri framman, men gjøgnum tilgongdina høvdu Føroyar gjørt eitt risalop í myndanini av síni kollektivu tilvitsku. Og við at siga søguna um seg sjálvar sum virkisfúsar høvdu føroyingar sáað fræ til eina søguskriving í nýggja áratúsundinum, har teir ikki longur høvdu leiklutin sum offur fyri einum yvirveldi.“ 

Tað verður møguligt at keypa bókina fyri serprís hetta kvøldið.

Byrjar klokkan:

19:30

Endar klokkan:

20:30

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo