Tiltak

mán. 13. okt. kl. 16.30 - 17.00

Søguløta á pólskum

Mánadagin í heystfrítíðini fara vit at hava eina søguløtu á pólskum máli. Vit fáa Agnieszka Ryfka at lesa tvær søgur. Onnur søgan er ein, sum føroysk børn helst kenna væl - tað er myndabókin hjá Helenu Kannuberg "Í morgin fari eg aftur at spæla við babba". Hon verður lisin upp á pólskum. Síðani fara vit at lesa eina pólska bók úr einari kendari røð, um ein kettu sum upplivir og lærir mangt og hvat. Tað er "Kicia Kocia" hjá Anita Gtowinska.

Øll eru hjartaliga vælkomin í søguløtu - um tú skilir pólskt ella kanska bara hevur hug at hoyra eina søgu á pólskum - vit hava okkurt gott undir tonnina til børnini og ein kaffimunn til tey vaksnu.

Bókasavnið er opið alla heystfrítíðina kl. 13-18 yrkadagar og kl. 11-16 leygardag.

Umframt søguløtur verður krea og hugni á skrá alla vikuna.

Byrjar klokkan:

16:30

Endar klokkan:

17:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo