Tiltak

ley. 6. mar. kl. 14.00 - 17.00

Skriviskeið v/ Marjun S. Kjelnæs

Á Bókasavninum við Løkin verða tvey skriviskeið í sambandi við stuttsøgukappingina. Marjun S. Kjelnæs og Rakel Helmsdal fer at hava undirvísingina hvør sín dag. Skeiðið er ókeypis, og øll kunnu luttaka - tó skal tilmeldast á lokin@lokin.fo Skriviskeiðini verða hildin í sambandi við stuttsøgukapingina sum verður til Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.

Kappingin er opin, og øll kunnu luttaka. Vinnararnir verða kunngjørdir á Mentanarvikuni
- lýst verður seinni við skránni.
Stuttsøgan skal vera í mesta lagi tríggjar A4 síður (1.200 orð).
Hon skal vera skrivað á føroyskum og sendast til lokin@lokin.fo
í seinasta lagi 2. apríl kl. 18.00.
Vinningar verða latnir í tveimum bólkum:
- Ein til stuttsøgur ætlaðar børnum og ungum (kr. 8.000)
- Ein til stuttsøgur ætlaðar ungum og vaksnum (kr. 8.000)
Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.

Byrjar klokkan:

14:00

Endar klokkan:

17:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo