Tiltak

frí. 16. apr. kl. 15.00 - 16.00

KT Kafé á bókasavninum

Alt meira tørvur er á talgildu miðlunum, hvørt tað er til samskiftið við almennu myndugleikarnar, kunning og luttøku í sosialum høpi, ella til at njóta eina fríløtu.

Við hesi verkætlan vilja vit skipa so fyri, at møguleiki er hjá borgarum, ið onkursvegna hava trupulleikar við teldu, teldli ella snildfon, ella ynskja at læra betur at nýta og njóta hesi amboð, kunnu hava eitt alment stað at leita sær hjálp og kunning.
Karmur um hetta verður Bókasavnið við Løkin, ið veitir høli og kringumstøður við borðum, stólum, vørpu o.ø og
møguleika fyri einum drekkamunni.
KT kafé verður at byrja við 1 tíma um vikuna, fríggjadagar frá kl. 15-16.
Sjálvboðin við KT kunnleika á í minsta lagi góðum brúkarastøðið verða til staðar at veita hjálp og kunning.
Tey, ið ynskja at verða við sum sjálvboðin, kunnu venda sær til Bókasavnið við Løkin.
Eingin tilmelding verður neyðug, men møguleiki verður fyri at senda fyrispurningar áðrenn, um ynski er at taka eitt ávíst evni fram, ið krevur fyrireiking.

Byrjar klokkan:

15:00

Endar klokkan:

16:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo