Kunning

20. mars 2020

Bókasavnið ber út!

Um fjallið ikki vil koma til Muhameds, má Muhamed fara til fjallið. Vit á bókasavninum vilja fegin koma til tín við teimum bókum ella tíðarritum, ið tú kundi hugsað tær.

Ímeðan bókasavnið er stongt, ber til at fara inn á heimasíðuna www.lokin.fo at leita eftir tilfari. Heimasíðan er nýggj, og vónandi er hon løtt at brúka, við íblástri til góðan lesnað. Tað er sjálvandi eisini gjørligt at ringja á bókasavnið ( tlf. 590779 og 237088 ) ella at skriva teldupost til lokin@lokin.fo. Vit hjálpa tær fegin at finna tað, tú hevur tørv á. Vit svara eisini á okkara facebook síðu.

Vit koma so til tín við tí tú hevur bílagt, og heingja posan við dyrnar ella við postkassan. Vit taka fyrilit til reinføri, og vaska og spritta hendurnar tá vit pakka tín posa. Vit hava ikki sett eitt ávíst tíðarbil á, nær vit koma við bókunum - tað verður eftir førimuni.

 

Heilsan vit á Bókasavninum við Løkin

 

Kunning

Vís fleiri
28. mars 2020
Ávegis á bókasavnið
Ein kassi av bókum er á veg við postinum. Her eru nakað av tí, sum tú kanst gleða teg til.
24. mars 2020
Søguløta: Klemmiligi Klæmint
So er ein nýggja søguløta komin á síðuna hjá bókasavninum.Conny Rasmussen hevur lisið serstakliga fittu bókina "Klemmiligi Klæmint…
20. mars 2020
Bókasavnið ber út!
Um fjallið ikki vil koma til Muhameds, má Muhamed fara til fjallið. Vit á bókasavninum vilja fegin koma til tín við teimum bókum e…