Kunning

16. apríl 2020

So lata vit upp aftur!

Mánadagin 20. apríl kl. 13 letur Bókasavnið við Løkin upp aftur.

Vit fara at hava opið sum vanligt, yrkadagar frá kl. 13-18 og leygardag frá kl.10-14, tó við onkrum broytingum fyrstu vikurnar.

Bókasavnið er fyrst og fremst opið til útlán og innlating og onnur líknandi ørindi hesa fyrstu tíðina, og tá frámælt verður at fólk savnast í bólkum, fara vit at ansa eftir at ikki ov nógv eru á bókasavninum í senn.

Tá vit fáa bøkur inn frá lánarum, fara tær í sóttarhald í 3 dagar, fyri at steðga møguligum smittuvanda. Spritt er sett upp við dyrnar, so møguligt er at reinsa hendurnar tá tit koma inn og fara út.

Vit gleða okkum til at lata dyrnar upp aftur - og øll eru vælkomin!

Kunning

Vís fleiri
16. juli 2020
Talgildar søguløtur
Nú ber til at síggja og hoyra fleiri ymiskar barnabøkur á okkara YouTube rás. Conny Rasmussen hevur lisið inn og gjørt ljómynd til…
16. juli 2020
Bókasavnið hevur opið alt summarið
Í ár fara vit at hava opið á bókasavninum alt summarið ☀️Leygardagar hava vit tó stongt frá 4. juli til og við 8. august.Vit gleða…
27. juni 2020
Summar­framsýning v/­ Bárði Jákupssyni
Í ár hevur bókasavnið opið alt summarið! Vit hava tí eina summarframsýning - við listaverkum hjá Bárði Jákupssyni. Opið er yrkada…