Kunning

17. november 2020

Kom og ger ein bóka-jólakalendara á bókasavninum

Aftur í ár ber til at koma á bókasavnið at gera ein bóka-jólakalendara!

Læn 24 bøkur - eina til hvønn dag í desember. Ella 4 longri bøkur - eina til hvønn dag í advent Vit hjálpa tær at finna tær røttu bøkurnar og at pakka tær inn. Hetta er ein góður og ókeypis máti at telja niður til jólaaftan - og tað gevur børnum og vaksnum eina góða og innihaldsríka løtu saman í døgunum fram til jóla.

Vit hava avíspappír, klistur og gávuband á bókasavninum - og eisini ein toyposa at leggja bøkurnar í. 

Tað ber sjálvandi til at velja akkurát so nógvar bøkur sum tú hevur hug til - vit hjálpa tær at velja tær sum passa til títt barn.

Hesin jólakalendarin hevur verið sera væl umtóktur, eisini hjá td. ansingarstovnum, ið hava latið børnini skiftast um at velja eina bók úr posanum.

Kunning

Vís fleiri
04. desember 2020
Kom ger ein fittan Rudolf
Vit hava fingið vitjan av Rudolf á bókasavninum! Vit hava tilfar til at gera hetta fitta reinsdjórið - og vit hjálpa tær fegin. Ko…
20. november 2020
Lesi-jóla­kalendari á bókasavninum
Nú eru stundir at gleða seg.. Vit hava gjørt ein lesi-jólakalendara, í sama stíli sum lesibingo. Her eru 24 lesiuppgávur at gera h…
17. november 2020
Kom og ger ein bóka-jóla­kalendara á bókasavninum
Aftur í ár ber til at koma á bókasavnið at gera ein bóka-jólakalendara! Læn 24 bøkur - eina til hvønn dag í desember. Ella 4 long…