Kunning

Stuttsøgukapping
Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu verður skipað fyri stuttsøgukapping við tí endamáli at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving.
Kappingin er opin, og øll kunnu luttaka. Vinnararnir verða kunngjørdir á Mentanarvikuni - lýst verður seinni við skránni.
Stuttsøgan skal vera í mesta lagi tríggjar A4 síður (1.200 orð).
Hon skal vera skrivað á føroyskum og sendast til lokin@lokin.fo í seinasta lagi 2. apríl kl. 18.00.
Vinningar verða latnir í tveimum bólkum:
- Ein til stuttsøgur ætlaðar børnum og ungum (kr. 8.000)
- Ein til stuttsøgur ætlaðar ungum og vaksnum (kr. 8.000)
Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.
Kveikingardagur - 21. februar kl. 15:
Á Bókasavninum við Løkin fara Rakel Helmsdal og Marjun Syderbø Kjelnæs at geva ráð um, hvussu tú byrjar og skrivar eina góða søgu.
Skriviskeið - 7. mars frá kl. 14-17:
Ókeypis skriviskeið við Rakel Helmsdal á Bókasavninum við Løkin. Tilmelding á lokin@lokin.fo.
Kunning


