Kunning

04. juni 2021

Summarbókin - ein lesiavbjóðing!

Í summar hava vit valt at gera eina stuttliga og læruríka lesiavbjóðing til øll børn og ung ímillum 6 - 16 ár. Vit ynskja at stimbra og kveikja lesihugin hjá børnum - eisini í summarfrítíðini!

Kom inn á bókasavnið og fá arkið at fylla út. Um ikki ber til at koma á bókasavnið, ber til at prenta tað út sjálvi - pdf skjalið kann fáast her

Avbjóðingin er, at børnini skulu lesa í minsta lagi 3 bøkur og skriva 3 stutt ummæli av teimum. Síðani skulu tey klára í minsta lagi 10 lesiavbjóðingar, sum eru at finna á fyrstu síðu. Her ber til at seta saman sum tú vilt, td. um tú lesur ein bók við einari forsíðu sum tær dámar (1) við fantasydjórum (2) ímeðan tú etur ís (3) - so kanst tú strika 3 avbjóðingar av listanum.

Tá hetta er gjørt, lata børnini arkið inn á bókasavninum (áðrenn 21. aug. kl. 14). So eru tey við í lutakasti um 3 gávukort til Bókabúðina í Saltangará.

GG! Øll sum lata eitt ark inn við uppgávum og bókaummælum fáa eitt gávukort til ein ÍS!

Spyr á bókasavninum um tit hava brúk fyri hjálp ella íblástur til at finna bøkur. 

Vit vóna at hetta fer at geva kveikja lesihugan hjá børnum og ungum - og eisini at tey fara at kveikja hvørt annað at lesa.

 

Kunning

Vís fleiri
12. juni 2021
Summarið á bókasøvnunum
Bókasavnið við Løkin er opið alt summarið yrkadagar kl. 13-18 og leygardagar 10 - 14 (tó er stongt leygardagar frá viku 26-32) S…
04. juni 2021
Summarbókin - ein lesiavbjóðing!
Í summar hava vit valt at gera eina stuttliga og læruríka lesiavbjóðing til øll børn og ung ímillum 6 - 16 ár. Vit ynskja at stimb…
21. mai 2021
Ársfrágreiðing fyri Bókasavnið við Løkin 2020
Loksins kom ársfrágreiðingin fyri bókasavnsárið 2020 Ársfrágreiðingar