Kunning

25. apríl 2022

Vinnararnir av skrivikappingini 2022 funnir!

Niðurstøða í skrivikappingini í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu 2022

Tekstslag: essay

Dómsnevnd: Bergljót av Skarði, Oddfríður M. Rasmussen, Dorit Hansen

Les fimm tey bestu essayini HER

 

1.        vinningur – Jens Christian H. Carlsson við “Spenglerskar abstraktiónir”

 

Fyrsta krav fyri at skriva ein góðan tekst er eitt gott mál, og hetta essayið er í serflokki í so máta. Málið er lætt, livandi, stuttligt og fangandi við orðasamansetingum, sum kveikja hugasambond. 

Essayið er ein ferð aftur í tíð og út í heim, og er eisini ein undran um støðuna í dag.

Í essayinum knýtir rithøvundurin saman tað smáa og tað stóra, tað gerandisliga og tað heimspekiliga, tað politiska og tað menniskjaliga, ta heimligu mentanina og ta fremmandu mentanina.

Rithøvundurin hyggur undrandi at sær sjálvum og øðrum á ferð í Sovjetsamveldinum, stutt áðrenn Berlinmúrurin fall. Hann skrivar fyri at koma nærri einum sannleika uttan á nakran hátt at leggja fram eina longu funna niðurstøðu. Heldur tekur hann lesaran við á eina ferð, har vit saman sleppa at undrast um tey menniskju og tær støður, sum koma á leiðini, og smílast um stuttligu lýsingarnar.

Og eftir at hava lurtað eftir føroysk-ukrainskum felagssangi, kunnu vit saman við rithøvundinum undrast um tað, sum vit eru vitni til í sama umráðið í dag. Heitið er “Spenglerskar abstraktiónir” og peikar bæði tíðina tá, tíðina nú og ringrásina, sum vit neyvan nakrantíð fara at skilja.

 

2.       vinningur – Sigrið Mikkjalsdóttir við “Lítla gentan í grillbarrini og hennara fyrimyndir”

 

Essayið er persónligt og alment, tað er afturlítandi, samstundis at tað er háaktuelt. Við støði í persónligum upplivingum, lýsir rithøvundurin eina almenna avbjóðing, sum viðkemur okkum øllum.

Fortíð og nútíð verða snilt samanflættaðar við Helenu Damu, sum smágentan gevur blómur í Vágstúni, og  Ingilín og Hervør, ið verða vendar av eldri konum í føðingardegi. Og avbjóðingarnar hjá gentuni í grillbarrini vísa seg tíverri ikki at vera ein farin tíð, nú fokus er sett á arbeiðsumhvørvi hjá ungum fólkum.

Essayið kannar, kjakast og grundgevur. Tað er persónligt, hugsandi, klókt og opið.

 

Serstøk virðisløn til ungtfólk, ið vísir serliga góð evnir – Birgir Ferjá Heldarskarð við “Um tað at eta”

Essayið ”Um tað at eta” er stuttligt og tankavekjandi. Essayið viðger eitt gerandisligt evni við persónligum vinkli, men evnið er samstundis alment og heimspekiligt. Vit ferðast frá einari deyðari kettu á havnagøtum til alskyns hugmyndir av kerum djórum, sum vit verða fóðrað við gjøgnum teknifilmar. Hvat lív hevur virðið, og nær er tað synd at drepa eina livandi veru. Tað eru stóru spurningarnir, ið verða latnir í eina lættan og stuttligan búnað í hesum essay.

 

 

Vinnandi tekstirnir verða lagdir út á heimasíðu okkara í heilum líki í næstum.

Kunning

Vís fleiri
19. november 2023
Pallborðskjak: Býarmenning og fólka­bókasøvn 2023
"Føroysku Bókasøvnini" er eitt nýtt samstarv, sum hevur til endamáls at samskipa bókasavnstiltøk og at seta fólkabókasøvnini á bre…
01. november 2023
Foreldracafé á bókasavni­num - hitt ein heilsu­frøðing
Kom og vitja bókasavnið við børnunum - vit hava kaffi á kannuni, leikur at spæla við og eina rúgvu av bókum at læna ella at lesa.…
31. oktober 2023
Bóka-jóla­kalendarin
Nú eru vit longu komin har, at tíðin aftur er komin at hugsa um jólakalendara til børnini. Vit bjóða aftur í ár bóka-jólakalendar…