Kunning

Summarbókin - ein lesiavbjóðing
Aftur í summar ynskja vit at kveikja hugin at lesa og eisini til at vitja okkum á bókasavninum. Í fjør fingu vit nógv bókaummæli inn, og nógvir ísar vóru etnir - og longu nú hava børn spurt nær vit byrja uppá Summarbókina aftur!
Summarbókin:
Til øll børn og ung!
Les í minsta lagi 3 bøkur, og fyll bókaummælini út.
Klára í minsta lagi 10 lesiavbjóðingar. Tú kanst seta saman sum tú vilt, td. um tú lesur ein bók sum er gul (1) við superhetjum (2) ímeðan tú etur ís (3) - so kanst tú strika 3 avbjóðingar av listanum.
Tá tú hevur klárað í minsta lagi 10 avbjóðingar, skal hetta arkið latast inn á bókasavninum (freistin er 19. august ).
Øll sum lata arkið inn við uppgávum og bókaummælum fáa eitt gávukort til ein ÍS! - og eru við í lutakasti um góðar vinningar
Spyr á bókasavninum um tú hevur brúk fyri hjálp ella íblástur til at finna bøkur - og foreldur eru vælkomin at hjálpa við at loysa uppgávurnar.
Kunning


