Kunning

23. september 2022

Øssur Johannesen - listaframsýning á Bókasavninum við Løkin

Øssur Johannesen listamaður, tónleikari og skald, hevur eina listaframsýning á Bókasavninum við Løkin í Runavík.

Øssur er víðakendur listamaður og er umboðaður á Listasavni Føroya og á listasøvnum í Danmark. Øssur er umboðaður í fleiri bókum um føroyska list og bøkur um list hansara eru eisini útkomnar.

Øssur hevur havt fleiri framsýningar í Norðanlondum og uttanlanda. Bara í ár hevur hann luttikið á stórum listaframsýningum í París, Frankaríki, í Hollandi og í Keypmannahavn. Hann hevur útgivið hópin av fløgum solo umframt duo saman við øðrum tónleikarum sum Karsten Vogel, Hans Karl Hansen, Hjalta Joensen, Agnar Lamhauge og Rasmus Rasmussen. Hann hevur eisini skrivað yrkingasøvn og skrivað eina listabók um Tummas Jákup Thomsen.

Framsýningin lat upp fríggjadagin 23. september og er opin til og við týsdegnum 25. oktober. Framsýningin er opin tá bókasavnið er opið – yrkadagar 13-18 og leygardagar 10-14.

Kunning

Vís fleiri
23. september 2022
Øssur Johannesen - listaframsýning á Bókasavni­num við Løkin
Øssur Johannesen listamaður, tónleikari og skald, hevur eina listaframsýning á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Øssur er víðaken…
29. august 2022
Summarbókin 2022
Nú er freistin farin at lata ørkini inn til lesiavbjóðingina Summarbókin 124 ørk tilsamans komu inn, og tað vil siga at 124 ísar e…
29. august 2022
Skála bókasavn er opið aftur
Nú er summarfrítíðin farin, og Skála bókasavn er opið aftur. Opið er mánadagar frá kl. 17-19. Øll eru hjartaliga vælkomin á bóka…