Kunning

01. januar 2023
Bókabingo 2023
Í ár skipa vit fyri einari lesiavbjóðing til allar vaksnar lesarar. Tað verður við bókabingo! Les 12 bøkur í 2023 sum passa til ein av puntunum á bingoplátuni, og lat bingoplátuna inn á bókasavninum áðrenn 1. januar í 2024. Hvør bók kann bert útfylla 1 punt.
Skaldsøgur eru upplagdar at lesa, men til ber eisini at lesa ævisøgur, yrkingar, essay, stuttsøgur og fakbøkur. Ljóðbøkur telja sjálvandi eisini við sum lisnar bøkur. Spyr endiliga á bókasavninum um tú hevur brúk fyri íblástur – vit hjálpa tær fegin.
Vit kasta lut um innkomnu bingopláturnar, og ein virðisløn verður latin vinnaranum, ið fær boð beinleiðis.
Bingoplátan kann prentast út her: Bókabingo 2023 vaksin.pdf ella heintast á Bókasavninum við Løkin og Skála bókasavni.
Góðan lesihug!
Kunning

01. juni 2023
Grundlógardagin og týsdag 6. juni er bókasavnið stongt
Grundlógardagin 5. juni er bókasavnið stongt
Týsdagin 6. juni er bókasavnið stongt vegna innanhýsis skeið
Vit hava opið aftur…

16. mai 2023
Summarbókin 2023 - ein lesiavbjóðing
So er summarið í væntu, og vit fara í holtur við Summarbókina!
Eins og í fjør ber til at fylla eitt ark út og lata tað inn á Bók…

04. mai 2023
fyrsti og annar partur av Bókabrell eru komnir!
Nú ber til at hoyra fyrsta og annan part av Bókabrell, sum Conny Rasmussen og Oyvør Dam Jacobsen vara av.
Poddvarpið kemur at lig…