Kunning

16. mai 2023

Summarbókin 2023 - ein lesiavbjóðing

So er summarið í væntu, og vit fara í holtur við Summarbókina! 

Eins og í fjør ber til at fylla eitt ark út og lata tað inn á Bókasavninum við Løkin ella á Skála bókasavni - og tú fært eitt gávukort til ein ís!

  • Les 3 bøkur og skriva bókaummæli
  • Klára 10 lesiavbjóðingar. Tú kanst seta saman sum tú vilt, td. les eitt ævintýr uttanfyri í sólbrillum - so hevur tú klárað 3 avbjóðingar.
  • Síðani skal hetta arkið latast inn á bókasavnið (freistin er 21. aug.) Øll sum lata eitt útfylt ark inn fáa eitt gávukort til ein ÍS - og eru við í lutakasti um góðar vinningar.

Spyr á bókasavninum um tú hevur brúk fyri hjálp ella íblástur til at finna bøkur - og foreldur eru vælkomin at hjálpa við at loysa uppgávurnar.

Um tú vilt, ber til at prenta ørkini út sum pdf her: síða 1 og síða 2

 

Vit ynskja øllum eitt gott bókasummar!

Kunning

Vís fleiri
01. juni 2023
Grundlógar­dagin og týsdag 6. juni er bókasavnið stongt
Grundlógardagin 5. juni er bókasavnið stongt Týsdagin 6. juni er bókasavnið stongt vegna innanhýsis skeið   Vit hava opið aftur…
16. mai 2023
Summarbókin 2023 - ein lesiavbjóðing
So er summarið í væntu, og vit fara í holtur við Summarbókina!  Eins og í fjør ber til at fylla eitt ark út og lata tað inn á Bók…
04. mai 2023
fyrsti og annar partur av Bókabrell eru komnir!
Nú ber til at hoyra fyrsta og annan part av Bókabrell, sum Conny Rasmussen og Oyvør Dam Jacobsen vara av. Poddvarpið kemur at lig…