Kunning

30. mai 2024

Summarbókin 2024 - ein lesiavbjóðing til børn og ung

Aftur í ár hava vit valt at hava eina stuttliga og læruríka lesiavbjóðing til øll børn og ung upp til 16 ár. Vit ynskja at stimbra og kveikja lesihugin hjá børnum - eisini í summarfrítíðini!
Kom inn á bókasavnið og fá arkið at fylla út. Um ikki ber til at koma á bókasavnið, ber til at prenta tað út sjálvi - pdf skjalið kann fáast á lokin.fo
Avbjóðingin er, at børnini skulu lesa í minsta lagi 3 bøkur og skriva 3 stutt ummæli av teimum. Síðani skulu tey klára í minsta lagi 10 lesiavbjóðingar, sum eru at finna á fyrstu síðu. Her ber til at seta saman sum tú vilt, td. um tú lesur ein bók við einari forsíðu sum tær dámar (1) við fantasydjórum (2) ímeðan tú etur ís (3) - so kanst tú strika 3 avbjóðingar av listanum.
Tá hetta er gjørt, lata børnini arkið inn á bókasavninum (í seinasta lagið 21. aug.). So eru tey við í lutakasti um 3 gávukort til Bókabúðina í Saltangará.

GG! Øll sum lata eitt ark inn við uppgávum og bókaummælum fáa eitt gávukort til ein ís!

Spyr á bókasavninum um tit hava brúk fyri hjálp ella íblástur til at finna bøkur.
Vit vóna at hetta fer at geva kveikja lesihugan hjá børnum og ungum - og eisini at tey fara at kveikja hvørt annað at lesa.

Kunning

Vís fleiri
28. juni 2024
Summaropið á bókasavninum
Frá 1. juli til 12. august er summaropið á bókasavninum. Soleiðis er opið: Mánadag-fríggjadag kl. 13-18   Skála bókasavn er st…
30. mai 2024
Summarbókin 2024 - ein lesiavbjóðing til børn og ung
Aftur í ár hava vit valt at hava eina stuttliga og læruríka lesiavbjóðing til øll børn og ung upp til 16 ár. Vit ynskja at stimbra…
21. apríl 2024
Vinnarar­nir av skrivikapping­ini 2024
Fyri fjórðu ferð var skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum í ár er 21.-28. aprí…