Kunning

17. januar 2025

Skrivikapping - monologar

Ársins skrivikapping er farin av bakkastokki - og evnið í ár er monologar. Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu hevur nú í fleiri ár verið ein stór skrivikapping skrivað út. Nógv ymisk evni hava verið - stuttsøgur, yrkingar, essays, ummæli og nú monologar.

"Monologur ella einrøða er tala hjá einstaklingi. Einrøðan kann vera innanrøða, t.e.
tankar hjá hesum persóni. Hon kann eisini vera partur av samrøðu, hugleiðingar um
okkurt, sum júst varð sagt og venda sær til samrøðupartnaran. Oftast vendir hon sær
ikki til nakran einstakan, stundum tosar viðkomandi við seg sjálva/n."

Leisturin er nakað tann sami sum farin ár. Vit fara at skipa fyri einum kveikingardegi í februar, og einum skriviskeiði seinni aftur. Síðani er freistin at lata monologin inn fríggjadagin 21. mars kl. 18. Send til teldupost lokin@lokin.fo - viðmerk navn, telefonnummar og aldur

Monologurin skal vera á føroyskum máli, og skal vera í mesta lagi 1200 orð. Hann skal ikki hava verið lagdur fram alment áður.

Ein dómsnevnd er sett til at meta um monologarnar, dulnevnt. Dómsnevndin tekur sær rætt til ikki at velja ein vinnara.

1. virðisløn er 8.000 kr

2. virðisløn er 6.000 kr

Virðisløn til ungt fólk sum vísir serliga góð evni - 6.000 kr

Vinnararnir verða kunngjørdir á Mentanarvikuni

 

Kunning

Vís fleiri
26. apríl 2025
Vinnarar­nir av skrivikapping­ini eru funnir
Árliga skrivikappingin í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu er komin at enda, og teir tríggir vinnararnir vóru kunngjørdir á bókas…
21. apríl 2025
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu 2025
Vit gleðast um, at vit ganga móti ljósari tíðum og er tað nakað, ið ber boð um vár, so er tað árliga Mentanarvikan í Runavíkar kom…
25. mars 2025
Faktalink til skúlabrúks!
RITA INN Á FAKTALINK ALLASTAÐNIS FRÁ - VIÐ LÁNARANUMMARI og PINKOTU (Vel 'Landsbókasavnið' við Bibliotekslogin) Um Faktalink  h…