Kunning

01. februar 2025

Hvør skal hava Lesaravirðislønina í ár?

Trý verk eru tilnevnd Lesaravirðislønina 2025.

Nú ber til at atkvøða fyri, hvør vinnarin skal vera. Tey tilnevndu verkini eru:

Sára Malena eftir Sólrun Michelsen

Vilstar røtur eftir Ingun Christensen

Lygn eftir Eyðun Klakstein.

Í fjør settu Føroysku bókasøvnini nýggja bókmentavirðisløn á stovn. Vinnarin gjørdist Høgni Mohr við Saga JAM. Tað eru føroysk bókasøvn, sum í felag hava sett virðislønina á stovn. Lesararnir gera sjálvir av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn.
Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.
Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.


Tú kanst atkvøða her:
www.lesaravirðislønin.fo


Virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Kunngjørt verður nærri um hetta.
Virðislønarupphæddin er 30.000 kr.
Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.

Kunning

Vís fleiri
10. februar 2025
Dagstov­nar í Runavíkar kommunu við í norð­urlendskum lesiátaki
Pippi, Mumi og Klintrimús. Tað eru bara tríggir av dýrgripunum í norðurlendsku barnabókmentunum, sum gjøgnum árini hava hugbundið…
03. februar 2025
Nýggjur bókavørður við Løkin
Unn Paturson er sett í starv sum bókavørður á Bókasavninum við Løkin. Unn er útbúgvin bibliotekar DB frá 2002 og cand.scient.bibl.…
01. februar 2025
Hvør skal hava Lesaravirðisløn­ina í ár?
Trý verk eru tilnevnd Lesaravirðislønina 2025. Nú ber til at atkvøða fyri, hvør vinnarin skal vera. Tey tilnevndu verkini eru: S…