Kunning

05. september 2019
Úrslit av barnavalinum 2019
So er liðugt talt hjá okkum eisini, og vit hava ein vinnara:
Luddi og Lundisa! Fittu lundarnir við vallyftinum: “Nei til náttúrudálking” vóru favorittarnir, og teir fingu 53 atkvøður.
Í alt 311 børn hava greitt atkvøðu á Bókasavninum við Løkin og Skúlabókasavninum á Glyvrum.
Nú verða tølini send til Býarbókasavnið – og so verður spennandi at síggja hvør hevur fingið flest atkvøður um alt landið!
Vit takka fyri atkvøðurnar og áhugan – og ynskja sigursharrunum til lukku!
Kunning

07. januar 2021
Nýggjar barnabøkur á sponskum / libros infantiles
Vit hava fingið fleiri nýggjar barnabøkur á sponskum

04. januar 2021
Kunning um áminningar
Ein nýggj skipan er komin í lag, sum fleiri lánarar helst hava lagt til merkis. Tríggjar dagar áðrenn innlatingarfreistina á lánum…

17. desember 2020
Søguløturnar 3 ár
Nu fer eitt nýtt søguløtuár skjótt at byrja!Visti tú av at meginparturin av okkara søguløtum verða lisnar av sjálvbodnum? Um tú he…