Tænastur

Teldur, skannari og printarar

Nýtslan er ókeypis, men kostnaðurin at prenta út er 1 kr. fyri arkið. Ynskir tú at goyma nakað, skal tað gerast á egnan geyma. Teldurnar á bókasavninum sletta hvørja nátt alt, sum er goymt á teldunum. Ikki er loyvt at nýta teldurnar til ólóglig endamál.

Margfalding

Kostnaðir fyri arkið eru hesir:

Svart/hvítt

  • 50 oyru fyri A5-stødd
  • 1 kr. fyri A4-stødd
  • 2 kr. fyri A3-stødd

Í litum

  • 2,50 kr. fyri A5-stødd
  • 5 kr. fyri A4-stødd
  • 10 kr. fyri A3-stødd

Kostnaðurin fyri størri mongdir kann avtalast við leiðaran á bókasavninum ella avgreiðsluna hjá skúlanum.

Laminering

Kostnaðurin fyri arkið eru hesir (tá vit levera plastlummar):

5 kr. fyri A4-stødd 5 kr. fyri A3-stødd

Innbinding

10 kr fyri spiralrygg 20 kr fyri spiralrygg og glærur