Ymisk evni til uppgávur

Góð mið til uppgávuskriving

https://faktalink.dk/

Faktalink er eitt stórt og dagført savn av greinum um søgu og samfelag. Her finnur tú greinar um alt frá ítrótti, mentan, søgu, politikki og til miðlar og nógv annað. Greinarnar eru skrivaðar av tíðindafólki og søgufrøðingum oø. við yrkiskunnleika um ávísu evnini. Støðið er hóskandi frá hádeild í fólkaskúlanum, og heilt upp til tíðindafólk og granskarar.

Faktalink hevur gjørt av at lata savnið upp, nú tá koronasmittan ger at nógv sita heima og arbeiða. Tí verður púra frítt at brúka Faktalink í komandi 3 mánaðarnar, og ongin innritan er neyðug. Far inn á Faktalink her.

Lex.dk gevur fría atgongd til øll, og er við yvir 1 millión brúkarum og yvir 3 milliónum lisnum greinum um mánaðin, ein av størstu donsku heimasíðunum til granskingarmiðling. Greinarnar eru skrivaðar av granskarum og serfrøðingum á donskum.

Á lex.dk finnur tú handbøkurnar Den store danske og Trap Danmark umframt eina røð av øðrum handbókum, ið fevna breitt: Dansk biografisk leksikon, Historien om børnelitteratur, Nordisk mytologi, Symbolleksikon, Dansk litteraturs historie, Dansk pattedyrsatlas, Danmarks oldtid, Danmarkshistorien, Gyldendals teaterleksikon.

history.fo er ein heimasíða hjá Tjóðskjalasavninum. Á hesi heimasíðu er ymiskt tilfar um føroyska søgu. Talan er um skanningar av upprunakeldum, og harafturat keldur sum eru miðlaðar, og skanningar av eldri prentlutum sum m.a. annað stuðla uppundir arbeiðið við upprunakeldum.

Á history.fo finnur tú:

Kirkjubøkur, Fólkateljingar, Skiftiprotokollir, Festiprotokollir, Skansaprotokollir, Lógir, Viðgjørdar keldur og Skjøl viðvíkjandi Føroyum á Ríkisskjalasavninum í Danmark
 

Í Infomedia eru fleiri milliónir greinir í donskum dagbløðum og faktíðarritum - feskar frá í gjár og eisini heilt aftur frá 1990. Hetta er eitt sera hent amboð til td. uppgávuskriving.

Atgongd til Infomedia fæst einans á bókasavninum, so vit hava eina teldu sum tú kanst læna. So kanst tú goyma greinarnar ella prenta tær út.

Ymisk evni

Tidarrit.fo er ein portalur har atgongd er til talgildar mikrofilmar av føroysku bløðunum.

Í blaðsavninum eru 17 bløð, líka frá fyrstu útgávuni av Dimmalætting í 1877 til 1999, tvs. øll tey størru dagbløðini og so nøkur serbløð og lokal- og felagsbløð. Harumframt verður frá blaðportalinum atgongd til 22 føroysk tíðarrit.

Á portalinum ber til at leita í savninum og lesa greinir ella tey einstøku bløðini heimanífrá. Tað hevur týdning at hava í huga, at tað eru mikrofilmar av bløðunum og ikki bløðini sjálv, sum eru skannað. Hetta sæst aftur í góðskuni av skanningini, men kortini er alt hampuliga væl lesiligt. At lesa bløðini á netinum á henda hátt er eitt munandi framstig í mun til gomlu skipanina, tá tú bara kundi lesa bløðini á staðnum á Landsbókasavninum.

Leitivegleiðing
Landsbókasavnið hevur eisini gjørt eina vegleiðing um hvussu man leitar skilabest og málrættað.

Vegleiðingin er her

Trúbótin

- Elschner, Géraldine. Martin Luther : "Her Står Jeg...". Norsk Bokforlag, 2017. Print.

- Tjeransen, Tor. Luther 500. Norsk Bokforlag, 2017. Print.

- Lindhardt, Jan. Mellem Djævel Og Gud : En Bog Om Martin Luther / Jan Lindhardt. Hardback-udgave ed. Kbh.: Gad, 2006. Print. Gads Biografiserie.

- Høiris, Ole, Jens Vellev, Høiris, and Vellev. Renæssancens Verden : Tænkning, Kulturliv, Dagligliv Og Efterliv / Redigeret Af Ole Høiris & Jens Vellev (2006)

- Lausten, Martin Schwarz. Martin Luther : Munk, Oprører, Reformator / Martin Schwarz Lausten. Frederiksberg: Alfa, 2005. Print.

- Um tú vilt leita víðari í okkara bókasavnsskipan, er ein lenkja her