Tiltak

mán. 26. apr. kl. 17.15 - 17.45

Søguløta á Skála bókasavni

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, verður ein serlig søguløta á Skála Bókasavni. Eyð Berghamar Jacobsen kemur at lesa sína triðju bók um Ludda & Lundisu - Luddi & Lundisa og ein risapisa. Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu á bókasavninum við børnum og barnsligum sálum. Ein kaffimuður verður eisini at fáa, umframt okkurt smátt til børnini. Skála bókasavn er opið mánadagar frá kl. 17-19

Byrjar klokkan:

17:15

Endar klokkan:

17:45

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo