Bókasavnslógin

Løgtingslóg um bókasøvn

- galdandi fyri fólkabókasøvn

§ 1. Bókasøvn, ið virka sambært hesi løgtingslóg, skulu veita fría og ókeypis atgongd til upplýsing, lærdóm og mentan. Bókasøvnini skulu stimbra fólkaræðisliga rættin at taka lut í samfelagnum og at mennast, hugsa, tosa og skriva frítt eins og tey skulu tryggja mentanararvin, ið bókasøvnini varða av.

Stk. 2. Til endamálið hava bókasøvnini til taks bøkur og annað tilfar, ið stimbrar lesihug og er viðkomandi, dygdargott og fjølbroytt. Hugsjónarlig, politisk og átrúnaðarlig sjónarmið ella handilslig áhugamál mugu ikki ávirka útboðið av tilfarinum.

§ 5. Fólkabókasøvn skulu fremja upplýsing, lærdóm, talgilda búgving og luttøku í mentanarlívinum og samfelagnum sum heild. Hetta verður gjørt við at veita atgongd til og miðla dygdargóðar og fjølbroyttar bókmentir, greinar, almenna kunning, film, tónleik, myndlist og annað tilfar á viðkomandi miðlum.

Stk. 2. Landsbókasavnið vegleiðir um bókasavnsfakliga virksemið hjá fólkabókasøvnunum sambært §§ 5-10.

Sí lógina í fullum líki á logir.fo: Løgtingslóg um bókasøvn