E-bókasavnið, børn
eReolen GO!
Á eReolen GO! finnur tú nógvar góðar og áhugaverdar bøkur og ljóðbøkur til børn 7-14 ár.
Har eru eisini føroyskar ljóðbøkur. Skriva til dømis sp=fao í leititeiginum, tí so koma allar tær føroysku fram.
Fyri at lesa og lurta eftir bókum á eReolen GO! er neyðugt at taka appina niður á telefon ella teldil.
Fyrstu ferð, tú ritar inn, velur tú Landsbókasanvið í teiginum 'Vel kommunu'. Síðan skrivar tú títt lánaranummar, sum tú hevur fingið frá bókasavninum, og síðan pin-kotu.
Vit á bókasavninum vilja fegin hjálpa tær við hesum, tað er bara at spyrja! :)
Børnebiffen
Á Børnebiffen eru nógvir dygdargóðar stuttfilmar til tey minstu. Barnabiografurin er skraddaraseymaður til tey 3-7 ára gomlu og foreldur teirra.
Trýst á heingilásið ovast til høgru, vel 'Landsbókasavnið' og rita inn á Børnebiffen við lánaranummari og pin-kotu. Vit á bókasavninum vilja gjarna vegleiða tær í hesum.
Filmarnir verða stroymdir í einum browsara og kunnu spælast á flestu teldum, snildfonum og teldlum.
Søguløtan á bókasavninum við Løkin
Aðruhvørja viku savnast vit á bókasavninum, har vit hugna okkum og lurta eftir einari góðari søgu, við myndum á uppvørpu.
Søguløta í skúlanum á Skála
Umleið 3 hvørja viku verður søguløtan á Skála eisini
Søguløta á netinum
Conny Rasmussen hevur lisið eina rúgvu av føroyskum myndabókum inn og lagt myndirnar á YouTube. ì samstarvið við Bókadeildina og við stuðul frá Runavíkar kommunu, eru tær opnar hjá øllum at síggja. Ein brellbiti er her - og til ber at finna nógv fleiri á okkara youtube-rás YouTube-rásin hjá bókasavninum