Um okkum

Bókasavnið við Løkin, ið er býarbókasavnið í Runavíkar kommunu lat upp fyri almenninginum 22. august í 2012.

Bókasavnið er bæði skúla- og fólkabókasavn, har skúlabókasavnið er opið fyrrapart og fólkabókasavnið er opið fyri almenninginum seinnapart frá kl. 13-18, umframt leygardag kl. 10-14.

Skála bókasavn lat upp sum fólkabókasavn 28. septembur í 2020. Skála bókasavn er opið mánadag kl. 16-18 og annars tá okkurt tiltak er á skrá. Skála bókasavn húsast í Skála skúla, og er skúlabókasavn tá skúlin er opin.

Tilfar til vaksin
Bókasavnið hevur flest allar føroyskar bøkur og eitt stórt úrval av útlendskum føgrum bókmentum og yrkisbókmentum. Vit hava eitt úrval av føroyskum og útlendskum tíðarritum.

Vit halda allar føroyskar og nakrar útlendskar avísir.

Føroysku ljóðbøkurnar hava vit nærmast allar. Ljóðbøkurnar eru á bandi, fløgum og á dvd. Bond verða tó ikki keypt longur.

Tilfar til børn
Á barnabókasavninum eru bøkurnar býttar upp til ymiskar aldursbólkar. Eitt øki er til yrkisbøkur fyri børn, eitt til fagurbókmentir á føroyskum og eitt til fagurbókmentir á donskum. Eisini hava vit nakrar enskar fagurbókmentir til børn. Í smábarnaøkinum eru mynda- og peikibøkur savnaðar, – flestar á føroyskum.

Okkara felags bókasavn
Tað er okkara ynski og vón at tilboð og umstøður á bókasavninum verða til stórst møguligt gagn og gleði fyri flest møguligar borgarar.

Vælkomin á bókasavnið! – Og minst til at vit hvønn dag bjóða ókeypis drekkamunn :)