Góð mið til uppgávur
Góð mið til uppgávuskriving
History.fo
history.fo er ein heimasíða hjá Tjóðskjalasavninum. Á hesi heimasíðu er ymiskt tilfar um føroyska søgu. Talan er um skanningar av upprunakeldum, og harafturat keldur sum eru miðlaðar, og skanningar av eldri prentlutum sum m.a. annað stuðla uppundir arbeiðið við upprunakeldum.
Á history.fo finnur tú:
Kirkjubøkur, Fólkateljingar, Skiftiprotokollir, Festiprotokollir, Skansaprotokollir, Lógir, Viðgjørdar keldur og Skjøl viðvíkjandi Føroyum á Ríkisskjalasavninum í Danmark
Infomedia
Í Infomedia eru fleiri milliónir greinir í donskum dagbløðum og faktíðarritum - feskar frá í gjár og eisini heilt aftur frá 1990. Hetta er eitt sera hent amboð til td. uppgávuskriving.
Atgongd til Infomedia fæst einans á bókasavninum, so vit hava eina teldu sum tú kanst læna. So kanst tú goyma greinarnar ella prenta tær út.
Faktalink
Faktalink er eitt stórt og dagført savn av greinum um søgu og samfelag. Her finnur tú greinar um alt frá ítrótti, mentan, søgu, politikki og til miðlar og nógv annað. Greinarnar eru skrivaðar av tíðindafólki og søgufrøðingum oø. við yrkiskunnleika um ávísu evnini. Støðið er hóskandi frá hádeild í fólkaskúlanum, og heilt upp til tíðindafólk og granskarar.
Bókasavnið gevur tær atgongd til allar greinarnar á Faktalink umvegis okkara IP adressu, men nú ber eisini til at rita inn aðrastaðni frá. Tú skalt bert: velja Landsbókasavnið sum bókasavn, tøppa títt lánaranummar og tína loynikotu inn, og so hevur tú fría atgongd. Vit hjálpa tær fegin við at finna viðkomandi greinar og við at rita inn. Tú kemur inn á Faktalink her.
Fróðskapur
Á síðuni ojs.setur.fo ber nú til at finna og lesa allar greinar, sum eru givnar út í Fróðskaparritum. Talan er í løtuni (2023) um 667 greinar síðani 1952.
Eisini er yvirlit yvir allar bøkur sum Fróðskapur hevur givið út síðani 2005. Av hesum 68 bókunum eru 49 lagdar frítt út. Ætlanin er at leggja bøkur, sum eru eldri enn 2 ár ella ikki longur geva forlagnum inntøkur, frítt út.
Endamálið við hesi síðuni er at geva øllum, leikum sum lærdum, lætta og ókeypis atgongd til vísindatilfar um Føroyar, í fleiri førum á føroyskum, men eisini á donskum og enskum.
Google Scholar finnur tilfarið, og tí ber til at leita á google eftir greinunum.
Hetta ger, at føroyskt vísindatilfar, sum áður mest var at finna á bókasøvnum og bókagoymslum í Føroyum, nú gerst nógv meira sjónligt og atkomuligt hjá granskarum, lesandi og øðrum áhugaðum úr øllum heiminum.
Fróðskapur sp/f er universitetsbókaforlag, sum á almannagagnligum grundarlagi stendur fyri útgávu av vísindaliga tíðarritinum Fróðskaparrit og bókarøðunum Supplementa, Setursrit og Onnur Rit.
Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru innan øll vísindalig økir og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum. Greinar í Fróðskaparritum verða lagdar frítt út, so hvørt tær eru javnlíkamettar (peer reviewed) av serfrøðingum og góðkendar til útgávu.
Tíðarrit.fo
Tidarrit.fo er ein portalur har atgongd er til talgildar mikrofilmar av føroysku bløðunum.
Í blaðsavninum eru 17 bløð, líka frá fyrstu útgávuni av Dimmalætting í 1877 til 1999, tvs. øll tey størru dagbløðini og so nøkur serbløð og lokal- og felagsbløð. Harumframt verður frá blaðportalinum atgongd til 22 føroysk tíðarrit.
Á portalinum ber til at leita í savninum og lesa greinir ella tey einstøku bløðini heimanífrá. Tað hevur týdning at hava í huga, at tað eru mikrofilmar av bløðunum og ikki bløðini sjálv, sum eru skannað. Hetta sæst aftur í góðskuni av skanningini, men kortini er alt hampuliga væl lesiligt. At lesa bløðini á netinum á henda hátt er eitt munandi framstig í mun til gomlu skipanina, tá tú bara kundi lesa bløðini á staðnum á Landsbókasavninum. Landsbókasavnið hevur eisini gjørt eina vegleiðing um hvussu man leitar skilabest og málrættað. Vegleiðingin er her
Hagstova Føroya
Hagstova Føroya er almenni hagtalsmyndugleikin í landinum. Tað er sostatt Hagstovan, sum kunnger almenn hagtøl í tann mun, sum tey eru tøk. Aðrir almennir myndugleikar, sum fremja hagtalsuppgerðir eiga at samskipa hetta virksemi við Hagstovuna.
Til uppgávur og annað er Hagstovan eitt upplagt mið til dagførd tøl um føroyska samfelagið yvirhøvur. Far til hagstova.fo her
Forfatterweb
Ein heimasíða við greinum um rithøvundar. Bókasavnið gevur tær atgongd til allar greinarnar á Forfatterweb umvegis okkara IP adressu, men nú ber eisini til at rita inn aðrastaðni frá. Tú skalt bert: velja Landsbókasavnið sum bókasavn, tøppa títt lánaranummar og tína loynikotu inn, og so hevur tú fría atgongd. Vit hjálpa tær fegin við at finna viðkomandi greinar og við at rita inn.
Tú fært atgongd til greinar og filmsbrot á Forfatterweb her
Lex.dk
Lex.dk gevur fría atgongd til øll, og er við yvir 1 millión brúkarum og yvir 3 milliónum lisnum greinum um mánaðin, ein av størstu donsku heimasíðunum til granskingarmiðling. Greinarnar eru skrivaðar av granskarum og serfrøðingum á donskum.
Á lex.dk finnur tú handbøkurnar Den store danske og Trap Danmark umframt eina røð av øðrum handbókum, ið fevna breitt: Dansk biografisk leksikon, Historien om børnelitteratur, Nordisk mytologi, Symbolleksikon, Dansk litteraturs historie, Dansk pattedyrsatlas, Danmarks oldtid, Danmarkshistorien, Gyldendals teaterleksikon.
Gale
Gale er ein altjóða veitari av granskingar- og undirvísingartilfari. Ein hópur av áhugaverdum greinum er at finna, á enskum máli. Greinarnar eru væl egnaðar til uppgávuskriving.
Atgongd til Gale fæst einans á bókasavninum, so vit hava eina teldu sum tú kanst læna. So kanst tú goyma greinarnar ella prenta tær út. Atgongd fæst her
Store norske leksikon
Store norske leksikon er eitt ókeypis uppslagsverk, skrivað av fakfólki á norskum. SNL er størsti talgildi grunnurin við vísindamiðling í Noregi. Leita HER
Pure.fo
Landsbókasavnið er saman við Granskingarráðnum og Setrinum, farið undir at samstarva um eina føroyska Pure-skipan. Føroyska Pure er ein skipan, har granskarar á føroyskum stovnum hava eina vangamynd, har tey kunna um teirra vísindaligu avrik.
Greinir, bøkur, framløgur o.a. hjá granskarunum, blíva eisini skrásettar í skipanini.
Tískil er vert at gera eina leiting bæði í Bokasavn.fo og Pure.fo fyri at finna bókasavnstilfar um føroysk viðurskiftir. Er talan um tilfar, ið er Open Access, er beinleiðis atgond til tilfarið. Okkurt av tilfarinum er atkomuligt, um ein er knýtt/ur at einum stovni, sum er við í FRIS-samstarvinum. Er onkur grein, sum tit ikki fáa atgongd til, vinaliga skriva til Landsbókasavnið, ið síðani fær kannað, um møguleiki er at útvega tilfarið.*
Síðan er á enskum og flestu leitorð eru á enskum, tó eru nøkur føroysk og donsk ímillum. Eisini brúkar skipanin sokallað fingramerki (fingerprint), har skipanin sjálv leggur afturat leitorð.
Pure-skipanin verður brúkt í nógvum londum av universitetum og granskingarstovnum til at lýsa granskingaravrik og vísindalig samstørv.
Í fyrstu syftu er vísindaligt tilfar frá Setrinum blivið skrásett, men aðrir stovnar, sum eitt nú Havstovan, eru nú eisini við í føroyska Pure. Væntandi koma fleiri stovnar við í samstarvið.
Føroyska Pure skipanin sæst HER
*=tað er ymist hvussu rættindini eru til at útvega tilfarið.