Íblástur

ecosia.org

Um tú vilt gera leitingar á netinum á ein meiri umhvørvisvinarligan hátt, ber til at brúka ecosia.org, sum er ein leitari (search engine) og ein kagari (browser), ið hevur til endamáls at dálka minni. 80 % av vinningum hjá Ecosia fer til at planta trø. 

Tað verða ómetaliga stórar mongdir av bæði streymi og vatni brúktar til at halda dátumiðstøðir í gongd og at køla tær niður, og hetta dálkar náttúruna illa.  

Ecosia marknaðarførir seg sum eitt CO2-negativt og sosialt tilvitað virki, ið almannakunngerð fíggjarfrágreiðingar sínar og verjir privatlívið hjá brúkaranum.

 

Kelda (les meira her): https://da.wikipedia.org/wiki/Ecosia

Conny kunnar

Tey sum kennast við Bókasavnið við Løkin, kenna helst eisini sera ágrýtna og tænastusinnaða starvsfólkið hjá okkum - Conny Rasmussen. Hon er ein eldsál tá tað kemur til bókmentir, og hevur í fleiri ár lagt kunning út facebooksíðu sína: Bókasavnið við Løkin, Conny kunnar

Nú er Conny farin í holt við ein blogg, har hon leggur ymiskt áhugavert út um bókmentir og bókmentaheimin. Vit viðmæla avgjørt at vitja bloggin

https://connykunnar.blogspot.com

Conny hevur eisini lisið fleiri myndabøkur upp, við myndum og ljóðmynd til á okkara youtube rás. Hesar talgildu søguløturnar er sera væl vitjaðar. Tær kunnu síggjast og hoyrast her: YouTube, Bókasavnið við Løkin 

 

Ummæli av føroyskum bókmentum

Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo eru fleiri ummæli av føroyskum bókmentum. Ummælaratoymið "væl mælt mentan" er: Marna Jacobsen, Rakul í Gerðinum, Helle Thede, Dania O. Tausen, Dorit Hansen, Margretha Nónklett og Paula Gaard. 

Umframt at ummælini liggja á www.nlh.fo og á www.vp.fo eru tey eisini at finna á donskum á www.kritiklabbet.se

 

Higartil ber til at lesa ummæli av Tað lovaða landið / Hanus Kamban, Blómudalurin / Niviaq Korneliussen, Setorð & Tykisljóð / Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Ódjór / Silja Aldudóttir og Vármjólk / Rannvá Holm Mortensen