Vit bjóða
Søguløta
Annanhvønn mikudag kl. 16.30 er søguløta á Bókasavninum við Løkin.
1 ferð um mánaðin, mikudag kl. 17 er søguløta á Skála bókasavni.
Vit lýsa á heimasíðuni og á okkara facebook síðu nær søguløtunar eru, og hvørja bók vit fara at lesa. Vit bjóða altíð ein drekkamunn afturvið, umframt okkurt lítið smátt til børnini. Søguløturnar eru ætlaðar til øll børn - to er tað sum oftast myndabøkur sum vit lesa, og tí eru børnini ofta 2-6 ára gomul sum koma at lurta.
Gáva frá Runavíkar kommunu til øll sum fylla 3 ár
Runavíkar kommuna vil fegin vera við til at stimbra lesigleðina og lesiførleikan hjá okkara smærru borgarum, og samstundis ynskja vit á bókasavninum, at bókasavnið skal vera ein náttúrligur og fastur táttur ígjøgnum alt lívið. Tí kunnu øll børn í Runavíkar kommunu, tá tey fylla 3 ár, koma á Bókasavnið við Løkin ella á Skála bókasavn at fáa eina fitta bókagávu og eitt lánarakort.
Tað er ókeypis at gerast lánari á bókasavninum, og vit greiða gleðiliga frá, hvat vit kunnu bjóða tær sum brúkara av bókasavninum.
Foreldracafé á bókasavninum
1. týsdag í hvørjum mánaða - kl. 10.30 - 11.30 hava vit foreldracafé á bókasavninum. Foreldracaféin er eitt samstarv millum bókasavnið og Gigni.
Kom og vitja bókasavnið við børnunum - vit hava kaffi á kannuni, leikur at spæla við og eina rúgvu av bókum at læna ella at lesa. Og so verður (sum oftast) møguleiki fyri at hitta ein heilsufrøðing frá Gigni og práta um heilsu og trivna hjá børnunum.
Ætlanin er at hava ein morgun um mánaðin, har foreldur og onnur kunnu koma á bókasavnið at hugna sær við børnunum - at lesa saman við teimum og fáa sær ein duss.
Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu á bókasavninum. Vit gleða okkum at síggja teg!
Stroymdir náttúruvísindaligir fyrilestrar
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri stroymdum fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Hvørt hálvár eru 6 áhugaverdir og læruríkir fyrilestrar á skrá - altíð týsdag kl. 18 - 20.
Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis. Fyrilestrarnir verða sýndir í Løkshøll í so stóran mun sum tað er gjørligt, og annars á Bókasavninum við Løkin. Inngongdin er umvegis bókasavnið.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
---
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.
Lesiringurin
Lesiringurin er eitt samstarv millum Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin. Lesiringurin hevur fleir ár á baki, og er eitt hugnaligt og kveikjandi stað at hittast og tosa um bøkur.
Vit hittast hóskvøld kl. 19 - annaðhvørt á Toftum og við Løkin. Vit lesa umleið 4 bøkur hvørt hálvár. Prátið er óformelt, og man tosar so nógv ella so lítið sum man hevur hug til. Pláss er fyri fleiri í lesiringinum, og tað ber til at skriva teldupost til lokin@lokin.fo og so fært tú teldubræv hvørja ferð ein lesiringur verður - og hvør bók verður lisin.
Bókaposar
Ansingarstovnar, skúlar og frítíðartilboð annars eru vælkomin at seta seg i samband við okkum á bókasavninum, og vit kunnu koma við einum posa av bókum sum er hóskandi til børnini sum eru har.
Summarbókin - ein lesiavbjóðing til børn og ung
Á hvørjum ári skipa vit fyri einari lesaiavbjóðing til børn og ung tá summarfrítíðin nærkast.
Ørkini at fylla út vera løgd fram á bókasavninum umleið 1. juni, og kunnu latast inn aftur alt summarið
Bókaberi
til tín ið av ymiskum ørsøkum ikki kanst koma á bókasavnið