Ymisk evni
Rita inn við lánaranummari og PINkotu. Bókasavnstilfar til børn 7-14 ár.
Veitst tú, at tú á appini eReolen GO, púra ókeypis kanst hoyra føroyskar ljóðbøkur til børn? Og enn fleiri ljóðbøkur á donskum.
Føroysku bókasøvnini eru við til at rinda fyri hesa tænastuna, og bjóða tær at lurta púra ókeypis.
Rita inn við tínum lánarakorti og sjálv-valdu PINkotu.
Vit hjálpa tær fegin at koma í gongd við at brúka eReolen GO!
Sosialir miðlar
Bøkur um sosialar miðlar og børn eru at finna HER
Herfyri varð Ungdómstingið hildið í Føroya Løgtingi, har næmingar í 8., 9. og 10. flokkunum kring landið vórðu bodnir at luttaka.
Eitt av uppskotunum, ið varð lagt fram var uppskot um aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum
Ein av grundgevingunum fyri seta uppskotið fram, var at børn og ung brúka ov nógva tíð á skermi. Tað ger, at tey fáa minni tíð til at vera saman við vinum, spæla úti og læra. Fleiri kanningar vísa, at ov nógv skermbrúk kann geva angist og gera tað torført at hugsavna seg [...]
Gys
Um tú vilt lesa okkurt sum fær hárini at reisa seg í nakkanum, kanst tú fara hendanvegin
- um tú torir...
Tú ert høvuðsleikari
Vilt tú hava ávirkan á hvat hendir í søguni? So kanst tú velja bøkur sum hesar
Fantasy
Um tú elskar gand og alt sum har til hoyrir, kanst tú fara hendanvegin
Fótbóltur
Til tey sum droyma um gaggur, áskoðarafjøldir og runda bóltin, er hetta rætti bókalistin
Manga
Til tey sum halda at tað er keðiligt at byrja eina bók frá "rætta" endanum - her er manga