Fantasy & Sci-Fi

Dystopiir
Finn dystopiskar framtíðarsøgur á bókasavninum her
Tvær subsjangrur eru innan fyri science fiction, og tað eru utopiin og dystopiin.
Utopiin er frásøgnin um fyrimyndarliga og fullkomna samfelagið. Utopia er eitt stað, ið ikki finst - eitt slag av idealistiskum samfelag, ið grundleggjandi ikki kann bera til.
Dystopiin er mótsetningur hjá utopiini. Ein dystopisk søga er til dømis Animal Farm hjá George Orwell frá 1945 (á føroyskum: Javnlíkar). Søgan lýsir, hvussu djórini blaka menniskjuni út fyri at gera sær teirra egna utopiska samfelag. Tá ið grísarnir, við General Napoleon á odda, taka valdið, broytist utopi seint, men sikkurt, til dystopi.
Upp í gjøgnum tjúgundu øld hava dystopiir fingið iblástur úr ymiskum tøknifrøðiligum, evnafrøðiligum og lívfrøðiligum framstigum. Eisini ræðandi hugmyndir um terroriserandi eftirlitssamfeløg, hava havt við sær at dystopiskir klassikarar sum til dømis Brave New World (1932) hjá Aldous Huxley, ”1984” (1949) hjá George Orwell og The Handmaid's Tale (1985) hjá Margaret Atwood, eru skrivaðar.
(Leysliga umsett úr Faktalink, 26.06.2025)

Framtíðarskaldsøgur og Science fiction
Finn framtíðarskaldsøgur og science fiction á bókasavninum her
Framtíðarskaldsøga: skaldsøga, ið lýsir eina (utopiska ella dystopiska) framtíðarhugsjón, við serligum denti á samfelagsligu og tøkniligu menningina.
(leysliga umsett úr Den danske ordbog 02.07.2025)
Science fiction: (verður ofta stytt til sci-fi) er eitt slag av ímyndaðari fiktión, ið fæst við hugsaðar (imaginative) og framtíðarfatanarligar heimar. Hesar framtíðarfatanir og hesi framtíðarhugtøk innihalda ofta kunningartøkni og robottøkni, lívfrøðiligar manipulatiónir, rúmdarrannsóknir, tíðarferðing, javnsettar heimar og rúmdarverur.
Tekstaslagið granskar ofta menniskjalig aftursvar upp á avleiðingar av ímyndaðu vísindaligu framstigini.
(leysliga umsett av Wikipedia, 02.07.2025: https://en.wikipedia.org/wiki/Science_fiction)

Fantasy & ævintýrsøgur
Fantasy: Nógv hugsa at fantasy er reint undirhald. Men fantasysjangran er nógv meiri enn tað - og fantasy er eiheldur einans fyri børn og ung. Ofta er hendan sjangran eitt slag av spegilsmynd av okkara egna heimi, av og á ein vakur málningur, og onkuntíð ein neyv ella ræðandi útgáva av okkara egnu samtíð.
Í fantasysjangruni ber til at lata upp fyri ymsum stórum spurningum, og har ber til at royna ymisk scenarii, sum við fyrsta eygnabrá kunnu síggja út til at liggja fjart frá okkara heimi, men sum eru tankar, ið kunnu takast við aftur til verkuleikan, tá ið bókin er liðugt lisin. Fantasysjangran kann geva okkum svar og kanska mest umráðandi av øllum - rúm til hugleiðing.
Um har er nakað sum hetjurnar í teimum mongu fantasysøgunum hava lært okkum, so er tað at har er ein vón. Tað BER til at berjast ímóti óndskapinum, og tað BER til at broyta heimin. Tað ber til at bróta samfelagsbygnaðir, at bróta við kynsleiklutum og teimum normum og siðum, ið gera tað ringt at trúgva at har er ein møguleiki fyri broyting.
(leysliga umsett frá https://litteratursiden.dk/artikler/fantasy-er-meget-mere-end-eskapisme-boern-og-unge)