Krimi & spenningur

Norðurlendskar krimisøgur

Tú finnur svensku krimisøgurnar her, norsku her, donsku her, íslendsku her og tær føroysku krimisøgurnar her

Domestic noir

Tú finnur eina leinkju til okkara domestic noir skaldsøgur í leitiskipanini her

Domestic noir er eitt tekstaslag, ið hevur sum eyðkenni at hava eitt dapurt huglag. Heitið 'domestic' signalerar at søgugongd og plott fara fram í heiminum hjá (altso heima hjá - ) høvuðspersónunum.

Domestic Noir - 'noir'  ella 'noire' er franska orðið fyri 'svart' - er ein subsjangra til tekstaslagið psykologiskir thrillarar.

Tekstaslagið, ella sjangran, hevur ikki nakra alment samtykta allýsing (definitión), men heitið 'noir' hevur nokk fingið íblástur úr Noir-sjangruni innan film og bókmentir, ið sóu dagsins ljós í USA undir stóru fíggjarkreppuni (The Great Depression) í 1930unum. 

Tað sum ger Domestic noir-sjangruna til so spennandi lesing, er at lesarin verður lumpaður ferð eftir ferð og at alt ikki fellir upp á pláss, fyrr enn á allarseinastu síðurnar av bókini.  

 

 (leysliga umsett frá https://litteratursiden.dk/lister/domestic-noir 01.07.2025)

Hugnaligar krimibøkur

Eitt slag av krimi sum er sera væl umtókt fyri tíðina, er "hyggekrimi" ella "cozy crime". Hetta er til tín sum dámar væl eina góða krimi, men uttan alt ov nógv blóð og gall.

Nýggjar thriller- og spenningsbøkur 

Nýggjastu spenningsbøkurnar fært tú eitt yvirlit yvir her

Sálarfrøðiligar spenningsbøkur

Listan yvir okkara sálarfrøðiligu spenningsbøkur finnur tú her

Krimi- og spenningsrøðir

Fært tú ikki nokk av einari ávísari verð? So burdi tú kanska lisið eina av hesum spennandi bókarøðunum