Tíðarrit og bløð

Í Infomedia eru fleiri milliónir greinir í donskum dagbløðum og faktíðarritum - feskar frá í gjár og eisini heilt aftur frá 1990. Hetta er eitt sera hent amboð til td. uppgávuskriving.

Atgongd til Infomedia fæst einans á bókasavninum, so vit hava eina teldu sum tú kanst læna. So kanst tú goyma greinarnar ella prenta tær út.

 

Eisini ber til at logga á okkara Wi-Fi við telefon ella farteldu, og fáa atgongd tann vegin.

PRESSREADER

THE WASHINGTON POST, NEW YORK TIMES, ROLLING STONE, VOGUE, WOMEN’S WEEKLY, POLITIKEN, BOLIGMAGASINET, COSTUME, ILLUSTRERET VIDENSKAB, GØR DET SELV ... og nógv, nógv fleiri


Túsundavís av avísum og tíðarritum eru at finna í PressReader, og tey eru at lesa á 60 ymiskum málum. 
Bløðini og greinarnar kunnu bæði lesast og lurtast eftir. 


Tak PressReader-appina niður á telefonina, ella far inn á PressReader á teldu: her   

Um tú ert ritað/ ur inn við okkara gestaneti, og stødd ella staddur á Bókasavninum við Løkin, hevur tú beinleiðis atgongd til øll 7000 bløðini á PressReader. 


Eitt annað smart er, at um tú hevur verið inni á PressReader við tíni teldu ella telefon, meðan tú vart á bókasavninum, so hevur tú atgongd í 14 dagar aftan á - hóast tú ert farin útum bókasavnsøkið.  

Frihedsbrevet

Frihedsbrevet.fo er ein óheftur miðil sum ger poddvarp og skrivar greinar um politikk, vinnulív og mentan. Tú kanst lesa Frihedsbrevet ókeypis á bókasavninum. Sí føroyska Frihedsbrevet her

RÆSON

RÆSON er eitt óheft tíðarrit um danskan og altjóða politik. Tíðarritið kemur út 4 ferðir um árið, og harumframt er ein rúgva av greinum á heimasíðuni, sum kunnu lesast ókeypis á bókasavninum. Sí RÆSON her 

Bløð á bókasavninum

Tíðarrit á bókasavninum