E-bókasavn

Trýst á her fyri at koma inn í savnið at leita:

Retriever - News Archive

eReolen

eReolen er tilboð hjá fólkabókasøvnunum við e-bókum, ljóðbókum og poddvørpum frá fleiri enn 700 forløgum.

Til ber eisini at lurta eftir føroyskum ljóðbókum á eReolen. Skriva tildømis sp=fao í leititeiginum, og so koma allar tær føroysku ljóðbøkurnar fram.

Tak appina niður á telefon ella teldil. Rita inn við lánaranummari og pinkotu, og vel 'Landsbókasavnið' undir kommunu, fyrstu ferð, tú ritar inn.

Vit á bókasavninum vegleiða tær fegin, so tað er bara at spyrja:)

Filmstriben

Á Filmstriben finnur tú bæði dokumentarfilmar og spælifilmar. Og har eru so nógvir góðir!

Vel í millum fleiri enn 2500 danskar og útlendskar spælifilmar (drama, kærleiki, thrillarar, komediur, krimi, óhugni...) og 1200 dokumentarfilmar.

Soleiðis gert tú:

Far inn á https://fjernleje.filmstriben.dk/ ella bara her: Filmstriben og vel síðan 'Gå til bibliotekslogin' við Log ind. Vel Landsbókasavnið (ella skrolla niður til -) undir 'Vælg dit lokale bibliotek'.

Rita inn við tínum lánaranummari til Bókasavnið við Løkin (stendur á tínum lánarakorti) og tíni pinkotu.

Nú hevur tú 12 stig um mánaðin at hyggja eftir filmum fyri :)

Tidarrit.fo

Tidarrit.fo er ein portalur har atgongd er til talgildar mikrofilmar av føroysku bløðunum.

Í blaðsavninum eru 17 bløð, líka frá fyrstu útgávuni av Dimmalætting í 1877 til 1999, tvs. øll tey størru dagbløðini og so nøkur serbløð og lokal- og felagsbløð. Harumframt verður frá blaðportalinum atgongd til 22 føroysk tíðarrit.

Á portalinum ber til at leita í savninum og lesa greinir ella tey einstøku bløðini heimanífrá. Tað hevur týdning at hava í huga, at tað eru mikrofilmar av bløðunum og ikki bløðini sjálv, sum eru skannað. Hetta sæst aftur í góðskuni av skanningini, men kortini er alt hampuliga væl lesiligt. At lesa bløðini á netinum á henda hátt er eitt munandi framstig í mun til gomlu skipanina, tá tú bara kundi lesa bløðini á staðnum á Landsbókasavninum.

 

 

Faktalink

Faktalink er eitt stórt og dagført savn av greinum um søgu og samfelag. Her finnur tú greinar um alt frá ítrótti, mentan, søgu, politikki og til miðlar og nógv annað. Greinarnar eru skrivaðar av tíðindafólki og søgufrøðingum oø. við yrkiskunnleika um ávísu evnini. Støðið er hóskandi frá hádeild í fólkaskúlanum, og heilt upp til tíðindafólk og granskarar.

Bókasavnið gevur tær atgongd til allar greinarnar á Faktalink umvegis okkara IP adressu, men nú ber eisini til at rita inn aðrastaðni frá. Tú skalt bert: velja Landsbókasavnið sum bókasavn, tøppa títt lánaranummar og tína loynikotu inn, og so hevur tú fría atgongd. Vit hjálpa tær fegin við at finna viðkomandi greinar og við at rita inn. Tú kemur inn á Faktalink her.

Gale in Context: High School


Atgongd fæst her

Gale er ein altjóða veitari av granskingar- og undirvísingartilfari. Ein hópur av áhugaverdum greinum er at finna inni á Gale in Context: High School á enskum máli.

Gale in Context: High School inniheldur greinar úr vikubløðum, mánaðarritum og avísum, so sum The Economist, The New York Times, National Geographic og Popular Science. Eisini eru greinar úr vísindaligum tíðarritum og nakað av frumkeldu-tilfari. Greinarnar eru væl egnaðar at brúka sum keldur til uppgávuskriving.

Atgongd til Gale in Context: High School fæst einans á bókasavninum, antin við at logga inn á okkara gestanet við tínari teldu ella telefon, ella við at brúka okkara teldu her á staðnum. Vit hava eina teldu sum tú kanst sita við. So kanst tú goyma tær greinarnar ella prenta tær út.

Retriever - News Archive (fyrr: Infomedia)


Í Retriever - News Archive (fyrr: Infomedia) eru fleiri milliónir greinar úr donskum dagbløðum og faktíðarritum - feskar frá í gjár og eisini heilt aftur frá 1990. Hetta er eitt sera hent amboð til td. uppgávuskriving.

Atgongd til blað- og miðlasavnið fæst við at vera á bókasavninum, altso við at rita inn á okkara gestanet. Tað ber til at logga á okkara Wi-Fi við telefon ella farteldu, og fáa atgongd tann vegin. Eisini er ein telda, sum tú kanst læna.

Blað- og miðlasavnið hjá Retriever
Retriever – fyrr: Infomedia mediearkiv –  gevur atgongd til at leita í fleiri enn 40 milliónir danskar greinar, heilt frá í 1980'unum og verður dagført so hvørt við nýggjastu greinunum. Miðlasavnið er eitt umráðandi amboð at brúka til research við hjálp av miðlum.

Vegleiðing til leitimál