Tiltak

týs. 9. nov. kl. 17.45 - 20.00

Stroymdur fyrilestur: Innasta kjarnan

Hoyr um lív og granskingaryrkið hjá danska jarðskjálvtafrøðinginum Inge Lehmanns - eisini hvussu hon við ferðbýti av jarðskjálvta-trýstaldum bleiv heimskend av at uppdaga at Jørðin hevur eina innaru kjarnu og at Jørðin innan harvið er trýbýtt og ikki tvíbýtt. Fyrilesturhaldarar: rithøvundur Lotte Kaa Andersen og jarðalisfrøðingur David Lundbek Egholm

Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt undir tonnina.

Byrjar klokkan:

17:45

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo