Tiltak

ley. 30. okt. kl. 15.00 - 15.30

GG! Útsett! Serlig søguløta v/ Elsubeth M. Fossádal

Leygardagin 30. okt. fáa vit rithøvundavitjan á bókasavninum. Elsubeth M. Fossádal kemur at lesa úr nýggjastu bók síni "Alva og Lias". Hon hevur skrivað fleiri barnabøkur, sum td. Tá ið skrubban fekk heilaskjálvta, Julia og omman og Drongurin í grønum gummistivlum.


Gimsteinurin, Gávan og Rabarbubløðrurnar eru søgurnar í bókini, sum allar enda við einari faktasíðu, har rithøvundurin, ið er lækni, greiðir frá, hvussu tað er at brenna seg, at hava ovurviðkvæmi og um barnakanningar.


Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu saman við børnunum.
Okkurt gott verður undir tonnina til børnini og ein drekkamuður til tey vaksnu.


Tiltakið er eitt samstarv ímillum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Bókasavnið við Løkin.

Byrjar klokkan:

15:00

Endar klokkan:

15:30

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo